Bruttotjóðarúrtøkan í fjør fór upp um 25 milliardir

Bruttotjóðarúrtøkan í fjør fór upp um 25 milliardir
Búskaparvøksturin í Føroyum í fjør var størri enn í hinum norðurlondunum, tó er Ísland undantikið, har vøksturin var enn størri
Heildarveiðan av uppsjóvarfiski vaks í fjør, men minni var tikið av alifiski. (Savnsmynd)
 
03.10.2023 - 15:51

Føroyski búskapurin er komin væl fyri seg eftir afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini í 2020, vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni.

Bruttotjóðarúrtøkan vaks 5,4 prosent í 2022. 

Veruligi búskaparvøksturin hevur ligið millum fimm og seks  prosent bæði í 2021 og 2022. 

Talan er um lutfalsliga stóran vøkstur, ið er nakað størri enn árligi miðalvøksturin í Føroyum seinastu tíggju árini, sum var á 3,4 prosent.

Størri enn í hinum norðurlondunum

Verða Føroyar samanbornar við onnur lond, sæst, at veruligi búskaparvøksturin upp á 5,4 prosent er størri enn hann var í hinum norðurlondunum í fjør, tó undantikið í Ísland, har vøksturin var størri,  7,2 prosent. 

Flestu tænastuvinnurnar stóðu seg væl í 2022, og vakstrarískoytið hjá tænastuvinnunum var 1,9 prosent. 

Tað svarar til meira enn  helmingin av broytingini í bruttovirðisøkingini í 2022. 

Vakstrarískoytið frá tilfeingisvinnuni var 1,7 prosent í í fjør. 

Heildarveiðan av uppsjóvarfiski vaks í 2022, meðan tøkan í alivinnuni minkaði eitt vet. 

Tilfeingisvinnan er tann vinnubólkur, ið vanliga sveiggjar mest. Framleiðsluvinnan hevur havt positivt vakstrarískoyti upp á 0,3 prosent í 2022.

 

 

Stórur prísvøkstur

Stórur prísvøkstur, serliga á matvørum og brennievni, hevur sett sín dám á árið í fjør. 

Tað sæst aftur á tann hátt, at bruttotjóðarúrtøkan, mátað í ársins prísum, vaks heili 9,5 prosent, ella slakar 2,2 milliardir krónur.

Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum er sostatt næstan 25,2 milliardir krónur í 2022. Tað svarar 467.000 krónur fyri hvørt fólk í landinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083