Veljarakanning: Sjálvstýri á ting og Fólkaflokkurin framvegis størstur

bannari
Veljarakanning: Sjálvstýri á ting og Fólkaflokkurin framvegis størstur
21 prosent siga seg ikki vita, hvønn tey skulu velja, og 12 prosent av teimum, sum hava tikið støðu, ivast framvegis
Í kanningini hjá Lóðri siga 68 prosent seg hava tikið støðu, hvønn tey skulu velja á løgtingsvalinum hósdagin, men ein fimtingur hevur ikki tikið støðu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.03.2026 - 12:20

Sjálvstýri hevði rokkið upp um tinggáttina og fingið ein tingsess, um val var nú. Og Fólkaflokkurin, sum í seinastu kanningini fekk 10 tingsessir, hevði fingið níggju.

Men framvegis eru nógvir veljarar, sum ikki hava tikið støðu

Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið. 

Fólkaflokkurin verður framvegis størsti flokkur við níggju tingsessum. Hann fær umleið níggju prosentstig fleiri atkvøður enn á valinum í 2022. Fólkaflokkurin fær í kanningini 27,7 prosent.

Sambandsflokkurin varðveitir sínar sjey tingsessir. Hann fær 21,3 prosent av atkvøðunum, sum eru 1,4 prosentstig fleiri enn í 2022.

Javnaðarflokkurin missir tríggjar tingsessir og sær seks. Hann missir 8,8 prosentstig av atkvøðunum og fær 17,8 prosent.

Sjálvstýri fekk 2,8 prosent av atkvøðunum á seinasta løgtingsvali og ongan tingsess. Í kanningini stendur hann at at fáa 3,1 prosent, og tað røkkur til ein tingsess.

Tjóðveldi varðveitir sínar seks tingsessir, men hevur eina lítla afturgongd og fær 17,1 prosent.

Framsókn missir ein tingsess og fær tveir. Afturgongdin er sløk tvey prosentstig samanborið við løgtingsvalið í 2022, tá Framsókn fekk 7,5 prosent av atkvøðunum.

Miðflokkurin varðveitir báðar sínar tingsessir, hóast flokkurin fær 0,8 prosentstig fleiri atkvøður enn á seinasta løgtingsvali, tá flokkurin fekk 6,6 prosent. 

 

21 prosent vita ikki

21 prosent av teimum spurdu siga seg ikki vita, hvønn tey skulu velja, og 12 prosent, sum hava tikið avgerð, siga seg framvegis ivast.

Kanningin vísir eisini, at triðja hvør kvinna - millum 18 og 44 ár - veit ikki, hvønn tær fara at velja. 

Og fjórði hvør maður - millum 18 og 44 ár -  veit ikki, ikki hvar krossurin skal setast. 

Tess eldri veljarin verður, tess meira avgjørdur er hann.


Heri Joensen í Lóðri

 

Hjá monnum, 60 - 75 ár, ivast sjey prosent, og hjá kvinnum 13 prosent, men yngru veljararnir eru ikki so avgjørdir, tí tey kanska ikki hava fingið nóg greitt at vita, hvat flokkarnir ætla at gera - við at bøta um dagligdagin hjá teimum, sigur Heri Joensen í Lóðri, sum hevur gjørt kanningina: 

 

23032026_Heri_Joensen

 

876 tilvildarliga útvald

Lóður gjørdi kanningina fyri Kringvarpið frá 17. til 21. mars. 

875 tilvildarliga útvald fólk í aldrinum 18-75 vóru spurd.

Óvissan í kanningini er ímillum 3,4 og 1,3 prosent.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032