Kongresslimir vilja hava at vita, nær Trump endar kríggið í Miðeystri

Kongresslimir vilja hava at vita, nær Trump endar kríggið í Miðeystri
Í minsta lagi 13 amerikanskir hermenn eru deyður, 230 eru særdir, og Pentagon hevur lagt fram rokning upp á næstan 1.350 milliardir kr.
Sambært amerikonsku krígslógini kann forsetin bara fremja hernaðarlig átøk í 60 dagar uttan góðkenning frá kongressini.
 
23.03.2026 - 08:14

Amerikanski forsetin, Donald Trump, leyp á Iran uttan at hava fingið undirtøku fyri tí í kongressini. Nú vilja fólkavald fáa kunning um, nær og hvussu hann ætlar at enda kríggið.

Tríggjar vikur eftir, at USA og Ísrael lupu á Iran, koma avleiðingar nú til sjóndar.

Í minsta lagi 13 amerikanskir hermenn eru dripnir, meira enn 230 eru særdir, og Pentagon hevur lagt fram eina rokning upp á næstan 1.350 milliardir krónur.

Iran svarar aftur og loypur á sameind hjá USA í Miðeystri, og olja og gass eru vorðin nógv dýrari at keypa, síðani Iran stongdi Hormuzsundið.

 

Fleiri hermenn til Miðeysturs

Sameind hjá USA í Evropa vilja ikki upp í kríggið, og túsundtals amerikanskir hermenn eru sendir til Miðeysturs í óásetta tíð.

Sambært amerikonsku krígslógini kann forsetin bara fremja hernaðarlig átøk í 60 dagar uttan góðkenning frá kongressini.

At prísurin fyri kríggið hækkar hvønn dag, merkir meinigi amerikanarin eisini við bensinpumpurnar, og tað stuðlar eisini upp undir vaksandi stúranina hjá fleiri republikanarum, sum vita, at miðvalið nærkast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV