Bakkafrost tók nógv minni av laksi í triðja ársfjórðingi

Bakkafrost tók nógv minni av laksi í triðja ársfjórðingi
Tað er serliga í Skotlandi, at tøkan er minkað
Bakkafrost tók góð 4.000 tons minni í triðja ársfjórðingi í ár enn somu tíð í fjør. (Savnsmynd)
 
04.10.2023 - 11:39

Tøkan hjá Bakkafrosti hevur verið nógv minni í triðja ársfjórðingi í ár samanborið við sama ársfjórðing í fjør. 

Minkingin er á 4.100 tons, sum svarar til 16 prosent.

Í triðja ársfjórðingi hevur Bakkafrost tikið 20.800 tons av laksi. Somu tíð í fjør tók felagið 24.900 tons av laksi.

Tað hevur Bakkafrost boðað keypsskálanum í Oslo frá. 

Tað er serliga í Skotlandi, at tøkan er minkað nógv. Har er tøkan farin niður í helvt. Hon var 4.100 tons triðja ársfjórðing í ár, samanborið við 8.100 tons sama tíðarskeið í fjør.

Í Føroyum er tøkan eisini minkað, tó ikki eins nógv. 16.700 tons í ár og 16.800 tons í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058