- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndareportasja: JÖRÐ - av mold ert tú komin
JÖRÐ er ein framførsla, ið samantvinnar films-, dansi- og tónlist, sum er at síggja í Norðurlandahúsinum í dag.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Verkið er eitt listarligt samstarv millum Mariu Guldbrandsø Tórgarð og Vár Bech Árting úr Føroyum, Lisen Pousette úr Svøríki, Tiia Kasurinen úr Finnlandi og Lil Lacy úr Danmark/USA.
Her sita Lisen Pousette, dansari, og Anton Skarborn, ljósdesign og ljóðtøkni, á fundi.
Vár Bech Árting, dansari, og Maria Guldbrandsø Tórgarð, leikstjóri, hava staðið fyri listarligu framleiðsluni av JÖRÐ.
Seinastu dagarnar hava nógvar og drúgvar fyrireikingar verið í gongd, fyri at pallseta JÖRÐ.
JÖRÐ er úrslitið, sum er sprottið úr samrøðum millum tær fimm listakvinnurnar, ið standa aftanfyri, um, hvørja áskoðan hesar kvinnur hava um sítt yrki, lond og menning í samfelagnum.
Lil Lacy er danskt/amerikanskt tónleikaskald. Royndir hennara innan tónleikaskaldskap spenna frá klassiskum orkestur verkum til eksperimenterandi noise-cello og avantgarde kór uppsetingum v.m.
Føroyska náttúran er unspoiled og untouched, greiðir Maria Gullbrandsø Tórgarð frá.
Soleiðis verða Føroyar lýstar fyri umheiminum í ferðavinnulýsingum. Grønu oyggjarnar eru eitt paradís - seinasti óspilti bletturin á jørðini.
Gerandisdagurin boðar tó frá einum øðrum veruleika. Vit eru nýmótans, vit fylgja við. Vit koyra bilar sum fá onnur, nýta Facebook og Netflix og flúgva uttanlands, og hóast vit eru eitt fjarskotið land, eru vit tætt knýtt at umheiminum.
Hesin tvídáttur í okkara samleika, ikki bara í Føroyum, men eisini í Norðurlondum, er eitt av temunum í JÖRÐ.
Ígjøgnum ljóð, fleiri løg av uppvørpum og dansi setur verkið náttúruna og mentanina, tað heimliga og tað alheimsliga upp ímóti hvørjum øðrum.
JÖRÐ varð sýnt í Keypmannahavn í november 2022 sum eitt films- og ljóðinstallatiónsverk. Nú er installatiónin endurskapað til eina framførslu í Norðurlandahúsinum í Føroyum
Gjøgnum uppvørpur, ljóðlist, dans og pallmynd kanna listakvinnurnar handan JÖRÐ, hvussu ymiskar listagreinar kunnu samstarva og soleiðis geva áskoðarunum eina víðkaða listauppliving.
Tað liggja nógvir tímar og hart arbeiði aftanfyri at pallseta eina installatión sum JÖRÐ.
Tað skulu eisini nógvar fyrireikingar og fundir til.
Tað skal eisini nógv hárlakk til.
Lisen Pousette hevur ein BA í dansi frá ArtEZ í Arnhem, Niðurlondum (2016) og ein MA í Koreografi frá DOCH í Stockholm, Svøríki (2019). Hon arbeiðir nógv við rødd og hvussu hon kann nýtast sum koreografiskt amboð.
Lisen arbeiðir nógv við rødd og hvussu hon kann nýtast sum koreografiskt amboð.
Vár Bech Árting er dansari og koreografur og hevur ein BA (Hons) í samtíðardansi frá Northern School of Contemporary Danceí Leeds, Onglandi (2021). Hon er ein av oddapersónunum handan føroyska dansivirkið RIVA og arbeiðir eisini við tvørlistarligum verkætlanum í Norðurlondum.
Motivini í videoverkinum eru koreografisk og videoverkið er klipt til ljóðmyndina.
Tiia Kasurinen er finsk og hevur ein BA frá Stockholm University of the Arts (2017). Í hennara solo-verkum arbeiðir hon við kynsrollum, samleika, drag og pop-mentan.
Vár er ein av oddapersónunum handan føroyska dansivirkið RIVA og arbeiðir eisini við tvørlistarligum verkætlanum í Norðurlondum.
Mann kann ikki siga annað enn, at búnarnir eru kreativir.
Poppmentan, plastikk og høghælaðir skógvar møta norðurlendskum mýtum, hvøssum gróti og brúsandi brimi.
Tað hevur verið ein spennandi tilgongd at fáa íblástur frá hvørjum øðrum og skapað pláss fyri teimum ymisku listagreinunum.
Áhugin at samstarva birtist úr einum forvitni fyri listarliga háttalagum hjá hvørjum øðrum, saman við einum ynski um at skapa betri fortreytir um listarlig samstørv millum Norðurlond.
Tær møttust fyrstu ferð í Reykjavík í 2021 ígjøgnum sína luttøku í Platform Gátt, sum samlaði spírandi listafólk úr øllum Norðurlondum.
|