- Tað skal nokk venda

- Tað skal nokk venda
René Shaki Joensen var bjartskygdur, hóast hann og liðfelagarnir í fótbóltslandsliðnum júst høvdu verið fyri enn einum tapi. - Tað skal nokk venda, segði hann
15.10.2023 - 20:58

Talan gjørdist um enn eitt tap, tá Kekkia tók ímóti Føroyum í Plzen sunnukvøldið. 

Avrikið í mun til útgangstøðið var kortini munandi betri enn í onkrum av undanfarnu dystunum, og tað hoyrdist eisini á René Shaki Joensen eftir 1-0 tapið.

 - Sum tú sært, so koma ungir spælarar inn, og tað útviklar seg, so eg ivist ikki í, at tað skal nokk venda. Tað er bara ein spurningur um tíð, segði René Shaki Joensen.

Føroyar høvdu vart allan fyrra hálvleik, og eftir steðgin vóru løtur, har spælið við bóltinum sá gott út. 76 minuttir gingu, áðrenn Odmar Færø aftur var óheppin, tá hann fekk bóltin í armin.

 - Hann kemur í hondina, men tað er av óvart. Hann taklar fyri at dekka bóltin, men nemur hann hondina inni í brotsteiginum, so er tað ofta straffi, segði René Shaki Joensen.

Tomas Soucek var eirindaleysur og setti bóltin í netið aftan fyri ein kjansaleysan Mathias Lamhauge, og so vann Kekkia tepurt, hóast Sølvi Vatnhamar kundi og kanska átti at havt javnað stutt eftir brotssparkið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595