Jordan vil ikki hava flóttafólk úr Gasa

Jordan vil ikki hava flóttafólk úr Gasa
Palestinska avbjóðingin skal ikki førkast yvir á onnur, sigur jordanski kongurin
Jordanski kongurin ávarar ímóti, at flóttafólk úr Gasa verða noydd at flýggja til Jordan og Egyptalands. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
17.10.2023 - 16:10

Jordan fer ikki at taka ímóti flóttafólki úr Palestina.

Tað sigur Abdullah, kongur, sum ávarar ímóti, at flóttafólk úr Gasageiranum verða noydd at flýggja til Jordan og Egyptalands.

Abdullah, kongur í Jordan, hevur verið á almennari vitjan hjá týska kanslaranum, Olaf Scholz, í Berlin.

- Palestinska avbjóðingin skal ikki førkast yvir á onnur, og humanitera støðan í Gasa eigur at verða viðgjørd í Gasa, heldur jordanski kongurin. 

Fundur er í Jordan í morgin, har stjórnarleiðararnir í Egyptalandi, USA og palestinsku økjunum hittast.

Støðan í Gasa verður á skránni, og roynt verður at finna eina politiska loysn, skrivar Ritzau. 

 

WHO sigur, at 2.800 fólk hava latið lív í Gasa, síðani Hamas leyp á Ísrael 7. oktober. Síðani hevur Ísrael svarað aftur við at bumba Gasa. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

2.800 fólk latið lív

Í minsta lagi 71 fólk eru deyð av ísraelskum álopum í syðra parti av Gasa í nátt.

Sambært heimsheilsustovninum, WHO, hava tilsamans 2.800 fólk latið lív í Gasa, síðani kríggið brast á 7. oktober, tá Hamas leyp á Ísrael.

ST hevur enn aftur heitt á partarnar um steðga á við krígnum, soleiðis at humaniter hjálp kann veitast fólki, serliga í Gasageiranum. 

ST sigur, at dagliga eru ábendingar um, at krígsbrotsverk og brot á altjóða mannarættindi verða framd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678