Fyrstu ferð Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar í Vestmanna

Fyrstu ferð Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar í Vestmanna
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, vísir á mentanarliga týdningin hjá Vestmanna, nú Mentanarvirðislønir landsins 2023 verða handaðar í bygdini fyri fyrstu ferð
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.10.2023 - 19:00

Innleiðandi røðan hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, í sambandi við handanina av Mentanarvirðislønum landsins:

Í kvøld eru vit savnað í Miðnámi í Vestmanna, nú vit heiðra nøkur av okkara fremstu menta- og listafólkum og handa mentanarvirðislønir landsins fyri 2023.

Tað er mær ein stórur heiður at bjóða tykkum øllum vælkomnum – tykkum, sum vit við gleði og takksemi heiðra í kvøld, tykkum mongu sum fara á pall at ríka okkum løtuna, tykkum, sum eru komin higar at uppliva løtuna saman við okkum øllum í kvøld – og ikki minst tykkum, bæði nær og fjar, sum fylgja við í Kringvarpi Føroya, sum setur øll segl til, fyri at vit kunnu fáa eitt gott kvøld saman. Hjartaliga vælkomin øll somul.

 

Mentanarvirðislønir í 25 ár

Handanin av mentanarvirðislønum hevur verið ein liður í mentanarpolitikkinum hjá landinum seinastu 25 árini.

Fyrsta Mentanarvirðisløn landsins varð latin í 1998, tá ið tónaskaldið Regin Dahl varð heiðraður, og í kvøld verða tríggjar virðislønir handaðar: Serstaka virðisløn landsins fyri 2023, Heiðursgáva landsins fyri 2023 og Mentanarvirðisløn landsins fyri 2023. Umframt hesar tríggjar virðislønirnar verður eisini ein sømdargáva kunngjørd í kvøld.

Eins og undanfarin ár er tað bókbindarin á Landsbókasavninum, ið hevur bundið inn vøkru heiðursbrøvini.

Harumframt er ein spennandi skrá við røðum og framførslum.

Vit kunnu gleða okkum til eitt fjølbroytt kvøld við mentanarligari og listaligari dygd í hásæti.

 

Serstakur miðnámsskúli

Í kvøld er tað Miðnámsskúlin inni á fjørð í Vestmanna, sum er fjálgi karmurin um handanina av mentanarvirðislønum landsins.

Miðnámsskúlin í Vestmanna er serstakur, tí skúlin bjóðar fram eina tilfeingisbreyt á miðnámi, eina aliútbúgving og eitt ferðaleiðaraskeið - útbúgvingar, ið á hvør sín hátt taka støði í føroyska samfelagnum, í føroyskari náttúru og tilfeingi - og sum við denti á tað lokala, grøna og globala peika beint inn í framtíðina.

Hjartaliga takk til Vestmanna kommunu og til Miðnám í Vestmanna fyri, at tit hava bjóðað tykkum fram at hýsa tiltakinum í kvøld. 

 

Fyrstu ferð í Vestmanna

Tað er fyrstu ferð, at mentanarvirðislønirnar verða handaðar í Vestmanna, men tað er ikki fyrstu ferð, at vestmenningar verða heiðraðir við mentanarvirðislønum. 

Nógv eru tey menta- og listafólk í Vestmanna, ið hava sett spor eftir seg og skapað ringar í vatninum. Eg fari ikki at nevna øll, tann listin er ov langur, men eg havi hug at nevna Martin Joensen, sum við síni virknu skapan hevur ríkað føroyska tónleika- og mentalívið í so heilt serstakt mát, eisini saman við Vestmonnum.

Mentanarlívið í Vestmanna kann heldur ikki verða umrøtt uttan at nevna mentanarvitan Jonhard Mikkelsen og Sprotan. Her er ein drívmegi og skapanartrongd, sum valla hevur sín líka.

Og kanska er tað upprunin - tilfeingið - ið er grundarlagið.

 

Ein serstøk bygd

Vestmanna er góð og vøkur náttúruhavn við sonnum náttúruperlum í haga og bjørgum. Fólk settu búgv her tíðliga í tíðini, og her hevur verið - og er - ein støðug menning og nýskapan - vinnulig, samfelagslig og listalig. Samskifti, fiskivinna, orkuútbygging, skúli, mentan, list og ítróttur hava sett - og seta - Vestmanna á landkortið.

Síðst í 1980-unum gjørdist bygdin kend fyri, at kvinnurnar vunnu kommunuvalið, og kvinnulistin, við Mariu Hansen sum borgarstjóra, stýrdi kommuni gjøgnum fíggjarligu brotasjógvarnar upp gjøgnum 1990-ini. Tær vóru undangongukvinnur og fyrimyndir.

 

Her siti eg

Tá ið undirsjóvartunnil kom millum Streymoy og Vágar, setti tað síni spor, at ein stórur partur av samferðsluni í bygdini hvarv frá degi til dags.  

Í yrkingasavninum Sunnudagsland, sum er eitt savn av yrkingum til heimstaðin, lýsir Sissal Kampmann hvussu tað var at koma aftur til heimstaðin og skula finna seg til rættis í bygdini – her, ið fjøllini hyggja inn í køkin.

Hóast huglagið í savninum er kritiskt og stundum dapurt, so er her eisini ein kensla av at hoyra til, sum í hesum reglunum:


Her siti eg.
Miðskeiðis í Sunnudagslandi.

Síggi
Heljareyja til vinstru,
Fossá til høgru.
Mitt ímillum, 
lítlu tutlandi ánna.

Í hesum siti eg og hugsi,
um hesin staður átti
at verið hin besti,
tí hann er mín?  

Við hesum orðum fari eg at ynskja okkum øllum eitt gott kvøld saman. 
Gerið so væl.

(Sissal Kampmann)

 

Við hesum orðum fari eg at ynskja okkum øllum eitt gott kvøld saman.

Gerið so væl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480