Kommunur sleppa at stovna bústaðafeløg

Kommunur sleppa at stovna bústaðafeløg
Parturin hjá kommunum í almannagagnligum bústaðafelag skal vera millum 10 og 20 prosent
Lógaruppskotið sigur eisini, at Húsalánsgrunnurin kann fara uttanlands at læna pening. (Savnsmynd)
 
24.10.2023 - 08:17

Kommunur sleppa nú at stovna almannagagnlig bústaðafeløg saman við Húsalánsgrunninum.

Og Húsalánsgrunnurin sleppur at læna 350 mió. kr. aftrat, so grunnurin fær heimild til at læna eina milliard og 50 milliónir krónur til at fíggja bústaðabygging.

Tað ætlar Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, sum hevur sent til ummælis uppskot um at broyta lógina um Húsalánsgrunnin.

Lógaruppskotið sigur eisini, at Húsalánsgrunnurin kann fara uttanlands at læna pening.

Sambært uppskotinum skal parturin hjá kommunum í almannagagnligum bústaðafelag vera millum 10 og 20 prosent.

Hoyringarfreistin er til á middegi 13.november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Andaktin
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045