TB flutti niður - B36 má dúva upp á HB

TB flutti niður - B36 má dúva upp á HB
TB flutti niður eftir tap fyri 07 Vestur, og B36 tapti á Argjum og má nú dúva upp á HB í steypafinaluni, um teir skulu røkka evropeiskum fótbólti næsta ár
TB skal spæla leygardagsfótbólt næsta ár. Tað var staðfest eftir tap fyri 07 Vestur
 
29.10.2023 - 17:24

TB og B36 gjørdust stóru tapararnir í síðsta umfarinum av Betri-deildini, sum var spælt í dag.

TB skuldi vinna á heimavølli ímóti 07 Vestur, um teir skuldu yvirliva í deildini, men tað var útiliðið, sum fekk øll stigini eftir brotssparksmál frá Odduri Petersen í 81. minutti. 

B36 hevur leingi ligið á 2. plássið í deildini, men við tapi fyri AB á Argjum, endaðu teir á 4. plássi aftanfyri bæði KÍ, Víking og HB. B36 má nú dúva upp á HB í steypafinaluni, tí vinnur B68 á Tórsøvlli leygardagin, missa teir hvítu evropeiska plássið næsta ár.


Fuglfirðingar gjørdu spádómarnar til skammar

Stóru vinnararnir í 27 umfari gjørdust ÍF, HB og Víkingur. 

Tey vóru fá, sum góvu fuglfirðingum stórvegis møguleika at yvirliva undan kappingarárinum. Hesar spádómar gjørdi ÍF til skammar í dag, tá tað eydnaðist at fáa javnleik ímóti B68 í Fløtugerði. Stigið fekk ongan veruligan týdning á degnum, tí TB ikki megnaði at vinna, men fuglfirðingar fegnast ivaleyst um, at teir gjørdu sítt á síðsta leikdegi.

HB var í vanda fyri at koma undir stórt trýst í steypafinaluni ímóti B68, men tað eydnaðist at vinna á EB/Streymi og leypa upp um B36 upp á 3. pláss, sum tryggjar teimum reyðsvørtu evropeiska luttøku næsta ár. 

Víkingur kann eisini fegnast um silvurheiðursmerkini. Teir ljósabláu gjørdu ikki mætari enn at vinna á KÍ fyri aðru ferð í ár. Sølvi Vatnhamar skoraði til 2-1 við brotssparki í yvirtíðini. Føroyameistararnir iðra seg sum vera mann, men hava í fyrsta lagi gullveitslu og í øðrum lagi Conference League at hugsa um.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391