Spennandi poddvarpsrøð um Petur Wigelund

Spennandi poddvarpsrøð um Petur Wigelund
Søgan um báta- og skipasmiðin og nevaleikaran Petur Wigelund úr Havn, ið gjørdi vart við seg í Føroyum fyri 100 árum síðan, verður søgd í poddvarpsrøð eftir Hans S. Egholm
Øll poddvarpsrøðin um Petur Wigelund verður at hoyra her á kvf.fo frá kl. 17.05 í dag
Mynd: Grafikkur: Mia H. Smith  
 
31.10.2023 - 08:00

Hvør var maðurin, Petur Wigelund, ið bleiv heiðraður av kongi í 1950, og síðani, 21 ár seinni, eisini bleiv heiðraður av Føroya landsstýri?

Í trimum pørtum sigur Hans Stephansson Egholm søguna um Petur Wigelund, ið vaks upp í Havn fyrst í 1900-talinum, og sum ungur fór til Keypmannahavnar at nema sær kunnleika um báta- og skipasmíð. 

Fyrsti partur verður at hoyra í útvarpinum í dag kl. 17.05, men øll røðin er sum poddvarp her á heimasíðuni hjá KVF, tá ið fyrsti partur verður sendur. 


Petur Wigelund sum barn. Hann bleiv doyptur Petur Danielsen

Hoyr Hans Stephansson Egholm greiða frá um røðina um Petur Wigelund í Góðan morgun Føroyar:

Hans_Egholm_um_Petur_Wigelund_i_GMF

 

Sonur eitt konubrot

Søgan um Petur Wigelund er eisini søgan um mammu hansara, Christinu Elisabeth Olsen úr Porkeri, sum var eitt satt konubrot.

Hóast mótgang og hjúnarskilnað, so noktaði hon at geva skarvin yvir.

Christina gjørdist sjálvstøðug vinnurekandi, og børnini hjálptu til, har tey kundu, og fóru eisini sum blaðung út forvinna pening til húsarhaldið. Á myndini omanfyri sæst Petur Wigelund sum drongur hjálpa til hjá einum barberi í Havn. 

Tað var í sambandi við hjúnarskilnaðin, at Christina Elisabeth valdi at skifta eftirnavn til Wigelund.

Upprunaliga stavaði Christina eftirnavnið við einkult v, men tað er við tíðini blivið til, at eftirnavnið bleiv stavað við w. 

 

Petur mundi endað í OL í 1920

Petur Wigelund fór sum kunnugt til Keypmannahavnar at nema sær kunnleika um báta- og skipasmíð.

Hann var fullur av orku og umframt handverkið, so lá tað eisini raðið fyri hjá Peturi Wigelund at íðka nevaleik.

So væl lá fyri, at tað var uppá tal, at Petur skuldi umboða Danmark á Olympisku leikunum í Antwerpen í 1920.

 

Petur búsettist í Íslandi

Afturkomin til Føroya í 1922 gjørdi Petur Wigelund eina roynd at fáa føroyingar áhugaðar í nevaleiki. 

Steðgurin í Føroyum var tó stuttur, tí í 1926 fluttu til hann til Íslands, og har bleiv hann verandi.

Petur Wigelund bleiv nógv avhildin báta- og skipasmiður í Íslandi.

Tað sigst, at eingin maður er gingin burtur í einum báti, sum Petur Wigelund hevur smíðað. 

Petur Wigelund gjørdist eisini undangongumaður í nevaleiki í Íslandi, har hann giftist íslendskari kvinnu.

Saman fingu tey tvær døtur, og báðar døturnar giftust tónleikarum.

Ein abbasonur bleiv uppkallaður, Pétur Wigelund Kristjánsson. 

 

Pétur Poppari

Abbasonur Petur Wigelund, Pétur Wigelund Kristjánsson, bleiv kendur tónleikari í Íslandi og var mangar ferðir í Føroyum við sínum íslendsku tónleikabólkum, serliga í sjeytiárunum.

Føroyingar vistu eisini, at hesin Pétur Wigelund Kristjánsson hevði føroysk ættarbond, tí bløðini gjørdu nógv burtur úr at greiða føroyingum frá hesum. 

Pétur Wigelund Kristjánsson, sum bara varð kallaður Pétur Poppari, var millum annað oddmaður og sangari í fleiri tónleikabólkum, eitt nú Náttúra, Svanfriður, Pelican, Paradís, Poker og Start.

 

Hvat: Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn
Hvar: í útvarpinum og á kvf.fo
Nær: í dag, týsdagin, kl. 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Fríggjadag 19. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Magni Christiansen
201750
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717