FSF skal hava nýggjan aðalskrivara

FSF skal hava nýggjan aðalskrivara
Virgar Hvidbro, sum hevur verið aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya seinastu 14 árini, gevst í starvinum. Eftir ætlan verður avloysarin settur í starv fyrst í komandi ári
Virgar Hvidbro leggur frá sær sum aðalskrivari hjá FSF
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.11.2023 - 16:31

Virgar Hvidbro, sum síðan 2009 hevur verið aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, hevur boðað starvsnevndini frá, at hann vil sleppa úr starvinum, skrivar FSF.fo.

 - Fótbóltssamband Føroya hevur verið í støðugari menning undir leiðslu av Virgari Hvidbro, har hansara íkast til føroyskan fótbólt kemur at hava varandi virkna. Tað kennist tí sorgblítt at biðja einum trúgvum felaga farvæl, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.

Ætlan fyri føroyskan fótbólt fyri árini 2021 til 2026 er staðfest í menningarætlanini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Komandi aðalskrivarin fyri FSF fær tí til uppgávu at bera hesa ætlan á mál.

– Í menningarætlan okkara siga vit, at Føroyar skulu gerast heimsmeistarar í luttøku. Eg fegnist um, at tað í dag eru fleiri børn og ung enn nakrantíð áður, sum spæla fótbólt í Føroyum. Útlitini hjá FSF og føroyskum fótbólti eru tí sera góð, og vit fara tí nú undir at byggja víðari á støðuga grundarlagið, sum Virgar Hvidbro hevur tryggjað, sigur FSF-forsetin við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Tilgongdin at seta nýggjan aðalskrivara byrjar beinanvegin. Starvið verður lýst leyst og starvsnevndin miðar ímóti, at nýggjur aðalskrivari verður settur í starv tíðliga næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928