Jóannes ársins spælari í næstbestu norsku deildini

Jóannes ársins spælari í næstbestu norsku deildini
Sambært serfrøðingunum hjá norska TV 2 er Jóannes Bjartalíð ársins spælari og ársins keyp í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, har seinasti dystur varð spældur í dag
Jóannes Bjartalíð fegnast um uppflytingina hjá Fredrikstad
Mynd: FFK  
 
12.11.2023 - 16:11

Føroyski miðvallarin Jóannes Bjartalíð er ársins spælari í OBOS-liguni, sum er næstbesta norska fótbóltsdeildin.

Tað meta serfrøðingarnir hjá norska TV 2, Amund Lutnæs, Petter Bø Tosterud og Amin Askar. Teir hava eisini kosið Fredrikstad-miðvallaran sum ársins keyp.

 - Føroyski landsliðsspælarin hevur skotið FFK upp aftur í Elituseriuna, siga teir tríggir.

Jóannes Bjartalíð hevur skotið 11 mál og lagt upp til sjey upp á 27 dystir hetta kappingarárið. Fyri kortum varð hann valdur til besta spælaran í deildini í oktober.


Fredrikstad aftur í fremstu røð

Í næstseinasta umfari tryggjaði Fredrikstad sær 1. plássið í deildini, og tí verður felagið aftur í fremstu røð fyri fyrstu ferð í 11 ár.

Tveir aðrir føroyingar eiga eisini lut í væleydnaða kappingarárinum hjá FFK. Brandur Hendriksson Olsen er komin fyri seg aftur eftir drúgvan krossbandsskaða, meðan fyrrvarandi KÍ-venjarin Mikkjal Thomassen hevur megnað at stýra Fredrikstad-skútuni til uppflyting í fyrstu royndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928