VÍF spælir heima í European Cup

VÍF spælir heima í European Cup
Menninir hjá VÍF spæla báðar sínar dystir í triðja umfari av European Cup á heimavølli í Vestmanna. Mótstøðuliðið er SSV Brixen úr Italia
VÍF skal spæla evropeiskan hondbólt á heimavølli fyri fyrstu ferð í 25 ár
 
13.11.2023 - 20:55

Báðir dystirnir hjá VÍF í 3. umfari av European Cup verða spældir á heimavølli.

Dystirnir ímóti italska liðnum SSV Brixen verða spældir leygardagin 2. desember og sunnudagin 3. desember í ítróttahøllini í Vestmanna, skrivar felagið á facebook.

Tað eru 25 ár síðan, at VÍF seinast spældi ein evropeiskan dyst á heimavølli.

 - Okkara viðhaldsfólk hava uppiborið at síggja sítt lið í slíkum dystum, serliga nú tað eru liðin so mong ár síðan seinast. Tí fóru vit í samráðingar við Brixen fyri at fáa báðar dystirnar, sigur Eyð Hansen, forkvinna í VÍF.


Hava fingið undantaksloyvi

Hóast semja fekst við italska felagið um dystirnar, máttu drúgvar samráðingar til við evropeiska hondbóltssambandið, EHF, áðrenn øll viðurskifti komu í rættlag.

Høllin í Vestmanna lýkur nevniliga ikki EHF-krøvini, men VÍF hevur fingið undantaksloyvi at spæla á heimavølli.

Seinast VÍF spældi ein evropeiskan dyst á heimavølli var í september í 1998 móti Dicken úr Finnlandi. Tá tapti VÍF báðar dystirnar. Árið fyri, í 1997, spældi VÍF ímóti Dinamo Bukarest úr Rumenia og vann seinna dystin við einum máli, ið varð skorað í síðstu løtu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107