Kiel vann á Füchse Berlin: Føroyingauppgerð uttan føroyingar

Kiel vann á Füchse Berlin: Føroyingauppgerð uttan føroyingar
Füchse Berlin tapti sín fyrsta dyst á vitjan hjá Kiel, sum vann 30-26, men føroyingarnir, Elias á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, fingu mestsum onga tíð á vøllinum
Elias á Skipagøtu í gjøgnumbroti ímóti Aalborg hóskvøldið
Mynd: Frank Molter/AP/Ritzau Scanpix  
 
19.11.2023 - 15:25

Føroysku hondbóltsstjørnurnar, Hákun West av Teigum og Elias á Skipagøtu, fingu nærum onga tíð á vøllinum, tá Kiel vann á Füchse Berlin í dag.

Hetta er fyrstu ferð, at føroysku úrmælingarnar hittast í innanhýsis dysti í Bundesliguni, men tey, sum gleddu seg at síggja úrmælingarnar bresta saman, vórðu vónbrotin.

Elias á Skipagøtu kom heilt stutt á vøllin, meðan Hákun West av Teigum als ikki fekk spælitíð. Hetta er ikki fyrstu ferð, at vongurin, sum sær út til at fáa mest spælitíð í European League, hyggur at í heimligu kappingini, har Hans Lindberg framvegis hevur munin.


Trýst Kiel gav revunum fyrsta tapið

Meistararnir úr Kiel, sum hava haltað eitt sindur higartil í ár, vunnu annars 30-26 á Füchse Berlin, sum tapti sín fyrsta dyst í ár. 

Liðið hjá Hákuni West av Teigum er kortini framvegis fremst í Bundesliguni. Füchse Berlin hevur 21 stig, meðan Elias á Skipagøtu og teir í Kiel hava 16 stig á fimta plássi.


Nummar 71 fekk mestsum onga spælitíð fyri Kiel ímóti Füchse Berlin, meðan Hákun West av Teigum als ikki kom á vøllin fyri revarnar. MYND: Frank Molter/AP/Ritzau Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Morgunlestur mánadagur.
210249
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107