Netanyahu: Avgerðin er røtt

Netanyahu: Avgerðin er røtt
Hóast ísraelskir gíslar verða býttir um við palestinskar fangar, heldur kríggið í Gasageiranum fram, sigur ísraelski forsætisráðharrin
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, sigur, at ísraelska stjórnin fer at arbeiða fyri, at allir gíslar verða latnir leysir. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
23.11.2023 - 08:10

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at avtalan um fyribils vápnahvíld í Gasa og umbýti av fangum við Hamas er rætta avgerðin. 

- Kríggið við Hamas í Gasageiranum fer at halda fram, eftir at partarnir hava býtt um palestinskar fangar við ísraelskir gíslar, segði Netanyahu á tíðindafundi í gjár í Tel Aviv.

Sambært Reuters, sigur umsitingin hjá Netanyahu, at eingin fangi verður latin leysur fyrr enn í morgin.

 

100 gíslar fyri 300 fangar

Forsætisráðharrin segði, at talan er um 100 gíslar, sum skulu býtast um við umleið 300 palestinskar fangar í ísraelskum fongslum. 

Netanyahu legði dent á, at aðalmálið hjá Ísrael er at fáa gíslarnar, sum Hamas tók, heim í øllum góðum. 

Hann legði aftrat, at ísraelska stjórnin fer at arbeiða fyri, at allir gíslar verða latnir leysir.

Avtalan um vápnahvíld kom undir land fyrranáttina, og sambært henni skulu 50 gíslar býtast um við 150 palestinskar fangar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Morgunlestur mikudagur 25.mars 2026
205922
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133