Stættarmunur evni í ársins sjónvarpsjólakalendara

Stættarmunur evni í ársins sjónvarpsjólakalendara
"Luka og leikhúsið" eitur ársins sjónvarpsjólakalendari í Kringvarpinum. Jólaboðskapurin í søguni er, at lívið ikki handlar um at vinna og tapa, sigur samskiparin
Luka og leikhúsið er upprunaliga norskur jólakalendari, ið kostaði 82 milliónir norskar krónur ella 52 milliónir danskar krónur at gera.
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen  
 
24.11.2023 - 08:50

Í heyst hava fólk í Kringvarpinum tikið upp føroyskar røddir til ársins sjónvarpsjólakalendara "Luka og leikhúsið", sum upprunaliga er norskur. 

"Serliga í oktober mánað var sera nógv at gera, og dugnaligu leikararnir og dugnaligu børnini hava lagt nógv arbeiði í at finna røttu orðini og at tosa so gott føroyskt mál, sum til ber," greiðir Páll Danielsen, ið hevur leikstjórnað og samskipað, frá. 

"Samstundis hava tey lagt seg eftir at gera tað bæði spennandi og álvarsamt og viðhvørt eitt sindur syrgiligt, men eisini stuttligt."

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Í hesum jólakalendaranum eru 107 ymiskir leiklutir, og tað eru 35 leikarar, ið leggja føroyskar røddir til, 21 vaksin og 14 børn.

"Tilsamans eru meira enn 5.000 replikkir. Allar hesar replikkir mugu passast til og fáast at sita so væl sum til ber, so tað sær út sum tosað verður á føroyskum, hóast filmurin er á norskum."

At skriva, fyrireika, filma, seta saman og gera ein jólakalendara í 24 pørtum tekur nógva tíð og orku og kostar nógv.

Jólakalendarin, ið er norskur, kostaði 82 milliónir norskar krónur ella umleið 52 milliónir danskar krónur at gera.

"Vit eru sera heppin at hava fingið loyvi til at leggja føroyskar røddir á hesa verkætlanina, har hvør parturin er umleið 20 minuttir. Hetta svarar til, at leikararnir hava lagt røddir til ein film upp á umleið sjey og ein hálvan tíma," staðfestir Páll Danielsen.

 

Sendur hvønn dag í desember

"Luka og leikhúsið" verður sendur hvønn dag í desember, og byrjað verður 1. desember og heilt fram til 24. 

"Vit senda klokkan 18:30 hvørt kvøld, og endursenda dagin eftir. Adventsmorgnar senda vit allar partarnar frá vikuni, ið fór," greiðir Pall Danielsen frá. 

Páll Danielsen heldur, at "Luka og leikhúsið" er ein sera góður og viðkomandi jólakalendari, har alt møguligt spennandi og gott hendir.

Jólaboðskapurin í søguni er, at lívið er ikki ein kampur, og lívið handlar ikki um at vinna og tapa - ongum nýtist at tapa.

 

Søgan

Hesin jólakalendarin er, um hvussu stórur munur var á fátækum og ríkum í einum høvuðsstaði, ið kallaðist Kristiania.

Tey, sum áttu lítið ella als einki, máttu stríðast og strevast fyri at fáa mat í munnin, meðan tey ríku oyðslaðu og dusaðu sær í ríkidømi.

Men eitt, sum bæði fátæk og rík høvdu í felag, var viðhvørt at vitja tivoliið, sum var miðskeiðis í býnum. Og har var eisini eitt leikhús.

Og tað er her í høvuðsstaðnum Kristiania, í tivolinum og í leikhúsinum, at søgan er. Her búgva øll tey, sum vit fara at hitta.

Her býr fátæki og einsamalli Luka, sum altíð er ósamdur við pápa sín, men sum fær vinfólk í leikhúsinum og finnur útav, at hann dugir at gera gandakynstur.

Her býr tann múgvandi og ónda Eilin Butenschøn, ið hatar fátækrafólk og biddarar, og dóttir hennara Lobelia, sum er ríkasta genta, ein kann hugsa sær, hon setir seg upp í móti mammu síni.

Og í leikhúsinum býr millum onnur djarva og skilagóða Gabriella, sum arvar eina húðsjúku frá mammuni.

Og so ikki minst Jóhanna, leikhússtjórin, ið roynir av øllum alvi at gjalda allar rokningarnar. 

Luka og leikhúsbørnini mugu saman royna at bjarga leikhúsinum, so Eilin Butenschøn ikki skal selja alt og blaka tey út. 

 

HVAT: Luka og leikhúsið
HVAR: í sjónvarpinum
NÆR: Frá 1. til 24. des. kl. 18:30 

LEIKARAR
Luka: Bragi B. Patursson
Gabriella: Lý D. Magnussen
Knoti: Bjarki V. Trondesen
Konstansa: Eva á Rógvi
Gorgon: Bjørn B. Patursson
Werther: Ludvík Winther
Lobelia: Ria Egilstoft
Tikka: Óluva Lín við Streym
Jack: Birtir D. Bjørk
Billie: Jóna R. Joensen
Mondo: Hjálmar A. Jacobsen
Kamilla: Katrin S. Mohr
Kamillus: Tollakur Djurhuus
Eilin Butenschøn: Lív B. Müller
Gerhard Butenschøn: Páll Brim Joensen
Hugo: Bjørn M. Mohr
Elisabet: Kristina S. Hansen
Viktoria: Esther á Fjallinum
Jóhanna: Noomi Reinert
Ariam: Elsa Maria M. Olsen    
Faber: Jákup Veyhe
Napoleon: Páll Danielsen
Pernilla Rubin: Ann Chanett Danielsen
Tóra: Anna Kristin Bæk
Súsanna Fleischer: Tinna A. Jacobsen
Fritz Fleischer: Ári B. Danielsen
Alexandur Arctander: Hjálmar E. Dam
Nikolina Arctander: Sanna B. Hoydal
Edel Holst-Hansen: Elin á Rógvi
Theo Holst-Hansen: Edvin H. Niclasen
Alfred: Gutti Winther
Matja: Elin á Rógvi
Nikolai Bøchmann: Jákup D. Wardum
Darri: Heri J. Hansen
Brokki: Edvin H. Niclasen

Aðrar barnarøddir:
Vársól við Streym
Jóna R. Joensen
Birtir D. Bjørk
Tollakur Djurhuus
Hjálmar A. Jacobsen

Aðrar konufólkarøddir:        
Ann Chanett Danielsen                    
Sanna B. Hoydal                       
Tinna A. Jacobsen                
Marið E. Persson                     
Elsa Maria M. Olsen        
Finnur Hansen
Páll Danielsen

Aðrar mannfólkarøddir:
Heri J. Hansen
Edvin H. Niclasen  
Gutti Winther    
Ári B. Danielsen  
Hjálmar E. Dam

KÓRIÐ:
Vársól við Streym
Óluva Lín við Streym
Eva á Rógvi
Bjarki V. Trondesen
Bragi B. Patursson
Bjørn B. Patursson
Elin á Rógvi
Marið E. Persson
Hans Debes
Heri Joensen
Jensina Olsen
Andrias Petersen
Andreas Samuelsen

Dirigentur: Benjamin Gaasedal


UPPTØKUR & EFTIRARBEIÐI:
Finnur Hansen

UPPTØKUR Í BLOCH-STUDIO:
Theodor W. Kapnas

TÝÐARAR:
Erla Zachariassen
Guðrið Rubeksen

TÝTT SANGIR:
Marið E. Persson
Elin á Rógvi
Eydna Skaale

INNSPÆLING ENDASANGUR:
Finnur Hansen

ENDASANGUR:
Malan Thomsen

SETT SAMAN:
Carsten M. Arnskov

GRAFIKKUR:
Høgni Egholm Magnussen

SAMSKIPARI OG LEIKSTJÓRI:
Páll Danielsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321