39 palestinskir fangar í býti við 13 ísraelskar gíslar

39 palestinskir fangar í býti við 13 ísraelskar gíslar
Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas kom í gildi tíðliga í morgun, men samanbrestir hava verið í nátt, heilt til vápnahvíldin kom í gildi. 
Bardagarnir í Gasa hildu fram, til vápnahvíldin kom í gildi tíðliga í morgun.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.11.2023 - 10:09

Ísraelski fongsulsmyndugleikin er farin undir tilgongdina at lata leysar 39 palestinskar fangar.

Tað skrivar Times of Israel.

Blaðið skrivar, at fongsulsmyndugleikin hevur fingið lista við nøvnunum á 39 palestinskum fangum, sum skulu latast leysir í dag, í býti við 13 ísraelskar gíslar. 

Hetta er partur av avtaluni við Hamas.

 

Allan Sørensen er tíðindamaður hjá Kristeligt Dagblad í Miðeystri.

 

Kvinnur ella børn

Teir 39 fangarnir eru palestinskar kvinnur ella børn. 

Tey fyrstu verða flutt til Ofer-fongslið á hersetta Vestara áarbakka fyrrapartin, áðrenn tey seinni í dag verða latin leys á Vestara áarbakka, ella í eystur-Jerusalem, skrivar Times of Israel.

Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas kom í gildi tíðliga í morgun. Men samanbrestir hava verið í nátt, heilt til vápnahvíldin kom í gildi. 

Tað sigur Allan Sørensen, tíðindamaður hjá Kristeligt Dagblad í Miðeystri, við TV2 tíðliga í morgun. 

Hann væntar, at samanbrestirnir fara at halda fram, eisini eftir vápnahvíldin er komin í gildi:

 

24112023_Allan_Sorensen

 


 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025