Evropeiskur hondbóltur aftur í Vestmanna

Evropeiskur hondbóltur aftur í Vestmanna
- Alt ber til á heimavølli. Tað sigur Andrias Eriksen, undan European Cup-dystunum ímóti Blixen. Hetta er fyrstu ferð í 25 ár, at evropahondbóltur er í høllini í Vestmanna
27.11.2023 - 20:24

Tað verður trongt í høllini í Vestmanna um vikuskiftið. 

Fyri fyrstu ferð í 25 ár skulu menninir hjá VÍF spæla evropeiskan hondbólt á heimavølli, og ongin ivi er um, at spælararnir gleða seg til at SSV Brixen kemur á vitjan.

 - Tað hava vit ongantíð roynt fyrr. Vit halda, at tað er fantastiskt, at vit hava fingið heimavøll, so vit sleppa at vísa áskoðarunum í Vestmanna evropahondbólt, sigur Andrias Eriksen.


Fingu undantaksloyvi

Høllin í Vestmanna livir ikki upp til krøvini hjá evropeiska hondbóltssambandinum, EHF, men tað eydnaðist vestmenningum at fáa undantaksloyvi til dystirnar.

Vestmenningar spældu seg víðari úr 2. umfari við tveimum teprum sigrum á Esch úr Luksemburg, og VÍF-vongurin metir, at italska mítstøðuliðið um vikuskiftið er eitt vet sterkari.

 - Eg vænti, at tað verður trupult, men á heimavølli trúgvi eg, at alt ber til, sigur Andrias Eriksen.

Seinast VÍF spældi ein evropeiskan dyst á heimavølli var í september í 1998 móti Dicken úr Finnlandi. Tá tapti VÍF báðar dystirnar. Árið fyri, í 1997, spældi VÍF ímóti Dinamo Bukarest úr Rumenia og vann seinna dystin við einum máli, ið varð skorað í síðstu løtu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979