Champions League: Elias aftur ímóti Karabatic

Champions League: Elias aftur ímóti Karabatic
Elias á Skipagøtu spældi ein frálíkan dyst, tá Kiel vann á Nikola Karabatic og PSG í París síðst í oktober. Í dag vitja fraklendingarnir í Wunderino Arena í Kiel
Elias á Skipagøtu var dagsins maður, tá Kiel vann á PSG í París
 
30.11.2023 - 14:32

Elias á Skipagøtu gjørdi veruliga vart við seg, tá franska stórliðið, Paris Saint Germain, fekk av at vita í Champions League í París síðst í oktober.

Ta ferðina gjørdi føroyski spælskiparin ikki mætari enn at skjóta sjey mál og leggja upp til trý í 34-28 sigrinum til THW Kiel. 

Í dag vitja Nikola Karabatic og hinir úr PSG á Wunderino Arena í Norðurtýska býnum.


Minni spælitíð

Elias á Skipagøtu fekk eina góða byrjan í sínum nýggja felagi, men úrslitini hava verið svikalig - serliga í heimligu kappingini, har Kiel liggur á 5. plássi - og føroyingurin hevur sitið nógv á beinkinum seinastu vikurnar.

Kiel byrjaði væl í Champions League, men hevur bert fingið eitt stig burturúr tveimum teimum seinastu dystunum, sum báðir vóru ímóti Aalborg. Seinast var Kiel frammanfyri mestsum allan dystin, men síðsta korterið kom stígur í, og dysturin endaði við 27-27 javnleiki. Fótfimi føroyingurin kom inn síðstu løtuna uttan stórvegis eydnu.


Tørv á stigunum

Týska stórliðið liggur framvegis væl fyri á 2. plássi aftanfyri Aalborg, men um tað ikki eydnast at vinna í dag, byrjar so smátt at sansa at.

Elias á Skipagøtu hevur skotið 27 Champions League-mál fyri Kiel - bert Niclas Ekberg (44) og Nikola Bilyk (29) hava skotið meir, men spurningurin er, hvussu nógva spælitíð føroyingurin fær í kvøld.


Gjøgnumbrot: Eftir góða byrjan í Kiel hevur Elias á Skipagøtu fingið minni spælitíð seinastu vikurnar: MYND: Frank Molter/AP/Ritzau Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107