Netanyahu: Gasageirin skal avvápnast

Netanyahu: Gasageirin skal avvápnast
Bara ísraelski herurin er førur fyri at tryggja hetta, sigur ísraelski forsætisráðharrin
Ísrael heldur á at bumba í Gasa.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.12.2023 - 11:27

Gasageirin skal avvápnast, tá kríggið við Hamas er av.

Tað segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, á tíðindafundi í gjárkvøldið.

Men eingin altjóða samansettur herur skal tryggja hetta, segði forsætisráðharrin. Netanyahu segði, at hann hevur bara álit á, at tað verður ísraelski herurin, sum fær litið hetta upp í hendur.

 

Netanyahu, forsætisráðharri, hittir ísraelskar hermenn. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Vanlukkulig støða

Boðini frá ísraelsku stjórnini koma, samstundis sum ST-umboð ávara um vanlukkuligu humaniteru støðuna í Gasa. Í løtuni er at kalla ómøguligt at veita neyðhjálp, tí hjálparfólk seta lívið í váða.

Meðan innrásin nú hevur breitt seg til sunnara part av Gasageiranum, hevur Ísrael tveitt flogseðlar yvir Gasageiran við leinki til kort, sum vísa opnar rutur til trygg øki, har palestinar, sum eru riknir heimanífrá, kunnu leita sær.

 

Tryggu økini, sum palestinar eru bidnir um at flýggja til, eru als ikki trygg, sigur ST. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Vánaligt netsamband

Men av tí at netsambandið er so vánaligt, er torført at sleppa fram at hesum kortunum, og  ST-umboð siga, at fleiri av rutunum leiða beint ígjøgnum øki, har skotbardagar eru.

Og fyri at gera ilt verri, eru tryggu økini als ikki trygg, sigur James Elder, talsmaður fyri Unicef við BBC.

Har er einki vatn, eingir hentleikar og eingin verja fyri kulda, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961