Nú sæst hvør eigur fiskiførini og hvussu nógv tey selja fyri

Nú sæst hvør eigur fiskiførini og hvussu nógv tey selja fyri
Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið og Vørn hava gjørt eitt yvirlit um, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum
Gadus var eitt av 24 fiskiførum í størsta samtakinum í fjør.
 
13.12.2023 - 05:55

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið og Vørn hava gjørt eitt yvirlit um, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum.

Harumframt er í yvirlitinum, hvussu avreiðingarvirðið í 2022 var býtt millum samtøk, feløg ella einstaklingar. 

Yvirlitið verður dagført hvørt ár.

Endamálið við yvirlitinum er at tryggja gjøgnumskygni.

Til láns

Dennis Holm, landsstýrismaður, sigur, at ein avmarkaður skari av fiskiførum hevur brúksrættindini til okkara felags tilfeingi til láns.

So tað hevur almennan áhuga, at fólk kunna síggja, hvør eigur hesi fiskiførini.

Til dømis avreiddu tey 24 fiskiførini hjá Nærabergi, JFK og Føroyagrunninum frá 1971 fyri 825,4 milliónir í fjør.

Tað eru 21,2 prosent av avreiðingarvirðinum í Føroyum í 2022.

Yvirlitið er á heimasíðuni hjá Vørn, vorn.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083