ST krevur vápnahvíld í Gasa alt fyri eitt

ST krevur vápnahvíld í Gasa alt fyri eitt
153 lond atkvøddu fyri, og 10 vóru ímóti, teirra millum USA
Í samtyktini hjá ST-høvuðsnevndini stendur, at allir partar skulu halda sínar skyldur sambært fólkarættinum, serstakliga tá ið tað snýr seg um at verja sivilfólk.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.12.2023 - 08:33

ST-høvuðsnevndin hevur við avgjørdum meiriluta samtykt krav um humanitera vápnahvíld millum Ísrael og Hamas alt fyri eitt.

Kravið var samtykt við 153 atkvøðum fyri og 10 í móti, m.a. USA, og 23 lond atkvøddu ikki.

Londini, sum atkvøddu ímóti, vóru Eysturríki, Kekkia, Guetemala, Ísrael, Liberia, Mikronesia-samveldið, Nauru, Papua Ný-guinea, Paraguay og USA.

Umframt samtyktina, er kravið eisini, at:

- allir partar skulu halda sínar skyldur sambært fólkarættinum, serstakliga tá ið tað snýr seg um at verja sivilfólk
- allir gíslar, sum Hamas hevur tikið til fanga í sambandi við álopið á Ísrael 7. oktober, skulu latast leysir alt fyri eitt
- og humanitera tilgongdin í Gasa skal tryggjast

ST-aðalfundurin samdist eisini í oktober um eina samtykt við kravi um vápnahvíld í Gasa alt fyri eitt. Samtyktir á aðalfundinum eru ikki bindandi, tað eru samtyktir í ST-trygdarráðnum harafturímóti.

Í síðstu viku legði USA fram uppskot til samtyktar í trygdarráðnum, sum í mesta mun var tað sama, sum var samtykt í ST-aðalfundinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345