Trý brotsspørk og tvær útvísingar í síðstu Conference League-royndini

Trý brotsspørk og tvær útvísingar í síðstu Conference League-royndini
KÍ tapti 3-0 fyri Lille í síðsta Conference League-dystinum í ár í einum dysti, har klaksvíkingar gjørdu heili trý brotsspørk og fingu tvær útvísingar
Árni Frederiksberg var aftur á KÍ-liðnum, men Lille var ov sterkt á heimavølli
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.12.2023 - 21:59

KÍ gjørdi ikki færri enn trý brotsspørk, og bæði Jóannes Kalsø Danielsen og Jákup Biskopstø Andreasen vóru vístir av vølli, tá klaksvíkingar taptu 3-0 fyri Lille í síni seinastu roynd í Conference League í ár.

Tey, sum høvdu tikið túrin úr Føroyum til Fraklands, sóu annars ein fyrra hálvleik, har KÍ saktans kundi fingið fleiri mál. Eftir at fyrrverandi Barcelona-verjuspælarin, Samuel Umtiti, rakti stongina, høvdu Árni Frederiksberg, Vegard Forren og Heini Vatnsdal allir fínar málkjansir, men eydnan var ikki við teimum.

Í staðin skoraði Yusuf Yazici fyri heimaliðið, eftir at Odmar Færø gjørdi brotsspark, tá smáir 30 minuttir vóru spældir.


Luftin fór úr bláu ballónini

Um tað er nakað, sum hevur eyðkent KÍ í Evropa í ár, er tað væl skipaða verjuspælið, og tað sá eisini gott út stóran part av dystinum ímóti Lille. Útiliðið stóð væl ímóti franska trýstinum, men síðstu løtuna fór luftin úr KÍ-ballónini.

Tá 86. minuttir vóru spældir gjørdi Jóannes Kalsø Danielsen brotsspark og fekk sítt seinna gula kort, og níggju minuttir seinni gjørdi Jákup Biskopstø Andreasen tað sama, og eins og liðfelagin, var hann sendur av vølli. Angel Gomes og Edon Zhegrova gjørdu sína skyldu úr ellivu metrum, og so endaði tað 3-0 í síðstu Conference League-royndini hjá KÍ á hesum sinni.

KÍ endaði aftast í bólkinum við fýra stigum, meðan Lille vann við 14 stigum. Slovan Bratislava fekk 10 stig og Olimpija Ljubljana endaði á 3. plássi við seks stigum.


Stade Pierre Mauroy (Conference League-bólkaspæl)
Lille - KÍ, 3-0 (1-0)
1-0 Yusuf Yazici, 29 min. (br.)
2-0 Angel Gomes, 87 min. (br.)
3-0 Edon Zhegrova, 90+6 (br.)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558