Fá fiska á jólum men onkur tó

Fá fiska á jólum men onkur tó
Fiskamarknaðurin tekur samanum vikuna fyri jól
Fiskamarknaður ger eina meting um fiskarí hvørja viku.
 
18.12.2023 - 06:21

Øll ísfiskalínuskipini liggja og fara neyvan út fyri jól. 

Eitt frystilínuskip er við Grønland, eitt er á Føroya banka, eitt er á Íslandsrygginum og sjey eru á landgrunninum. 

Tey fiska tosk, longu og brosmu og nakað av hýsu, blálongu og svartkalva, sigur Fiskamarknaðurin.

Nógvur útróður verður ikki í vikuni.

Streymurin er hampiligur, men tað er veðrið ikki og so er hetta síðsta vikan fyri jól.

Annars er fiskaríið hjá útróðrarbátunum vorðið brúkiligt.

Eitt par úti á jólum

Ein djúpvatnstrolari kemur inn at avreiða í dag. Hann hevur svartkalva. 
Hinir liggja og fara neyvan út fyri jól, skrivar Fiskamarknaðurin.

Um partrolarar verður sagt, at fimm pør eru úti og øll, uttan eitt, landa í vikuni. Tað síðsta landar eftir jól. Fiskaríið hjá teimum er smáligt.

Allir trolbátarnir liggja, og tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. 

Fiskaríð er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Øll avreiða í vikuni, sigur Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083