FCK fekk Manchester City

FCK fekk Manchester City
FCK skal spæla ímóti Manchester City í áttandapartsfinalunum í Champions League
Fyrrverandi Chelsea-spælarin, John Terry, hjálpti til við lutakastinum í Nyon fyrrapartin
Mynd: Fabrice Coffrini/AFP/Ritzau Scanpix  
 
18.12.2023 - 11:43

FC Keypmannahavn skal spæla ímóti Manchester City í áttandapartsfinalunum í Champions League.

Tað er greitt eftir lutakastið, sum var í Nyon fyrrapartin.

Talan er um eitt hitt torførasta lutakastið, sum danska høvuðsstaðarfelagið kundi fingið. Liðið hjá Pep Guardiola vann kappingina fyri fyrstu ferð í fjør, og vann bólk G við fullum stigatali.

Hóast eingin stóruppgerð verður, kann hugsast, at dystirnir millum Napoli og FC Barcelona og Inter og Atletico Madrid verða spennandi. Hitt enska felagið, sum er eftir í kappingini, Arsenal, fekk Porto í áttandapartsfinalunum.

Áttandapartsfinalurnar

FC Porto - Arsenal
Napoli - FC Barcelona
PSG - Real Sociedad
Inter Milan - Atletico Madrid
PSV Eindhoven - Dortmund
Lazio - Bayern München
FCK - Manchester City
RB Leipzig - Real Madrid

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026