Kanna gransking og menning í Føroyum

Kanna gransking og menning í Føroyum
Hagstovan kannar nú, hvussu nógv vit granska og menna í føroyskum fyritøkum og stovnum 
Hesa myndina hevur Hagstovan á heimasíðu sínari. Hon vísir, hvussu nógv Norðurlond brúktu til gransking í 2020. Í norskum krónum fyri hvørt fólkið.
 
19.12.2023 - 07:10

Hagstovan kannar nú, hvussu nógv vit granska og menna í føroyskum fyritøkum og stovnum. 

Kanningin er seinni liður í arbeiðinum at savna altjóða sambærlig hagtøl um nýskapan, gransking og menning í Føroyum í 2022.

Kanningin verður afturvendandi. 

Talan er um tvey spurnabløð um gransking og menning, annað til fyritøkur og hitt til stovnar. 

Kanningin er gjørd í samstarvi við Granskingarráðið og Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.

Kanningin í 2020 vísti, at Svøríki er tað Norðurlandið, sum brúkar mestan pening fyri hvørt fólkið til gransking og menning.

Svøríki brúkti 12.744 krónur, Danmark brúkti 12.087 kr., Finnland 9.853 kr., Noreg 9.591 kr. og Ísland brúkti 9.000 krónur til gransking og menning í 2020. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083