Kavi í Noregi forðar fólki at fara til arbeiðis

Kavi í Noregi forðar fólki at fara til arbeiðis
Skúlar lata aftur í morgin, og fólk verða biðin um at arbeiða heima við hús
Nógvur kavi er lagstur í Noregi.
Mynd: NTB/Ritzau Scanpix  
 
02.01.2024 - 16:14

Fleiri staðni í Noregi kavar so illa, at skúlar noyðast at steingja, og fólk verða biðin um at arbeiða heima við hús.

Hetta er millum annað í strandabýnum, Arendal í landsynningspartinum av landinum Har verða allir skúlar stongdir í morgin.

- Vit halda tað ikki vera ráðiligt at lata børnini fara í skúla í so nógvum kava, sigur borgarstjórin í Arendal, Robert Cornels Nordli, við NTB-tíðindastovuna.

Seinastu dagarnar hevur kavað illa í syðra og eystara parti av Noregi.

Nógvi kavin hevur havt við sær ferðsluvanlukkur og seinkingar hjá tokum, bussum og flogførum.

Norska veðurstovan boðar frá sera nógvum kava í støðum í Noregi næsta samdøgrið.

Tað kavar illa við strendurnar, og tað vekir undran, tí vanliga er lýggjast har, sigur ein veðurfrøðingur á norsku veðurstovuni við NTB.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479