Innbrot, herverk og ov nógv ferð

Innbrot, herverk og ov nógv ferð
Níggju bilførarar vóru tiknir í gjár, tá politiið gjørdi ferðkanning við tunnilsmunnan í Vágum
 
04.01.2024 - 08:36

Í gjár fekk politiið fráboðan um innbrot og herverk, sum eru gjørd um høgtíðina.

Í miðbýnum í Havn var innbrot í einari skrivstovu. 

Eitt vindeyga og tvær hurðar inni vóru brotin, men einki er tó stolið.

Eitt ástøði hjá politinum er, at onkur hevur leitað sær innivist, hóast eingi tekin eru um tað.

Innbrotið er hent í tíðarskeiðinum frá jólaaftan til í gjár.

 

Settu hol á dekk

Hol var sett á dekk á tveimum persónbilum, sum stóðu við eini hús í Havn.

Talan er um eitt dekk á hvørjum bili. Bilarnir hava sama eigara.

Bilarnir stóðu frá jóladegi til í gjár.

 

Niggju tiknir

Fólk, sum skulu í Vágatunnilin úr Vágum, hava skund, summi teirra í hvussu so er.

Níggju bilførarar vóru tiknir í gjár, tá politiið gjørdi ferðkanning við tunnilsmunnan í Vágum.

Tríggir vóru tiknir fyri at koyra 99 km/t.

Tann, sum sambært politinum, koyrdi skjóast, koyrdi 124 km/t. Hinir koyrdu harímillum.

 

Klipp í koyrikortið

Og ein bilførari fekk klipp í koyrikortið í gjár, tí hann koyrdi úr Sjúrðargøtu norðureftir Varðagøtu um áttatíðina í gjáramorgunin. 

Varðagøta er einvegis millum klokkan hálvgum átta og hálvgum níggju um morgunin.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083