KÍ tosar við útlendskt felag um venjaran

KÍ tosar við útlendskt felag um venjaran
Norðlýsið skrivar, at Magne Hoseth hevur fingið tilboð um venjarastarvið í Lyngby, og formaðurin í KÍ váttar fyri KvF, at eitt útlendskt felag hevur sett seg í samband við KÍ
Magne Hoseth tykist vera á veg úr KÍ til Lyngby
 
10.01.2024 - 09:18

Eitt útlendskt fótbóltsfelag hevur sett seg í samband við KÍ og spurt um venjaran, Magne Hoseth.

Tað váttar formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, fyri KvF, men vil ikki siga meir enn tað í løtuni.

Norðlýsið skrivar, at Magne Hoseth hevur fingið tilboð um at verða venjari hjá danska superligafelagnum, Lyngby, eftir starvssamrøðu í Keypmannahavn í vikuni.

Magne Hoseth hevur sáttmála við KÍ í 2024, so eitt skifti til Lyngby ella annað felag er treytað av, at semja fæst millum partarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026