Vit eru við fyri at vinna

bannari
Vit eru við fyri at vinna
Føroysku hondbóltsspælararnir eru greiðir yvir, at teir ikki teljast millum favorittarnar, men málið er kortini at vinna dystir, sigur Helgi Hildarson Hoydal
Helgi Hildarson Hoydal og hinir eru ikki við í EM til stuttleika
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.01.2024 - 14:55

Um eitt gott samdøgur fer føroyska manslandsliðið í hondbólti á vøllin fyri fyrstu ferð í EM-endaspæli.

Fyrsti dysturin er móti Slovenia hósdagin.

Føroyingarnir eru greiðir yvir, at teir spæla ímóti yvirmaktini í øllum trimum dystunum, men teir eru kortini ikki við til stuttleika.

- Vit eru avslappaðir, men vit eru við fyri at vinna, sigur Helgi Hoydal, strikuspælari:

 

10012024_Helgi_Hoydal


 

Óli Mittún fekk skaða í fótin í síðsta dystinum fyri IK Sävehof um høgtíðina, men hann spældi ein hálvleik í seinna venjingardystinum ímóti Belgia í farnu viku, og er nú klárur at fara á vøllin.

- Fóturin hevur tað gott, sigur hann:

 

10012024_Oli_Mittun


 


Óli Mittún sigur seg vera til reiðar eftir fótskaðan og væntar og vónar at spæla stóran leiklut á føroyska liðnum.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083