Fleiri menn enn kvinnur flyta millum lond

Fleiri menn enn kvinnur flyta millum lond
Næstan dupult so nógvir menn enn kvinnur eru í talinum, sum sigur, hvussu stór nettoflytingin var úr Føroyum frá 1.desember í 2022 til 1.desember í fjør
Fleiri flyta til Føroya enn tey, sum flyta úr Føroyum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.01.2024 - 07:40

Næstan dupult so nógvir menn enn kvinnur eru í talinum, sum sigur, hvussu stór nettoflytingin var úr Føroyum frá 1.desember í 2022 til 1.desember í fjør.

Tað skrivar Hagstovan.

Nettoflytingin var 402 fólk, altso 402 fólk fleiri fluttu til Føroya enn úr Føroyum.

435 menn og 234 kvinnur eru í positiva talinum.

Í negativa talinum er 170 kvinnur og 97 menn. 

Tað talið er nógv størst í august, tá nettoflytingin var minus 234 fólk.

Føroyska nettoflytingin er nógv størri enn tann í Álandi til dømis.

Í 2022 var hon 429 fólk í Føroyum og 110 í Álandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083