Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stóðu royndina men vónbrotið var stórt
Stóðu royndina men vónbrotið var stórt
Føroyska hondbóltslandsliðið stóð fyrstu EM-royndina so syngjandi, men vónbrotið um tepra tapið á Slovenia var stórt hjá spælarunum, sum høvdu ætlað sær meir
11.01.2024 - 19:38
Føroyar stóðu fyrstu EM-royndina ímóti Slovenia so syngjandi.
Ongantíð var stórtapið, sum nógv óttaðust, nær, men kortini var vónbrotið um trímálstapið fyri Slovenia týðiligt á føroysku andlitsbráunum eftir dystin, tí teir høvdu prógvað, at teir ikki smæðast burtur á størsta pallinum.
Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu - stóru stjørnurnar á landsliðnum - gingu fremst við hvør sínum níggju málum - Füchse Berlin-vongurin fór enntá avstað við heiðrinum sum dagsins spælari - men framsøknu førroyingarnir høvdu ætlað sær øll stigini, og kundu saktans havt fingið tey.
Teis legði fyri í góðum hálvleiki
Smáir tríggir minuttir gingu, áðrenn Teis Horn Rasmussen gjørdist søguligur, tá hann skeyt fyrsta føroyska EM-málið.
Strikuspælarin javnaði til 1-1, og stutt eftir fór Elias Ellefsen á Skipagøtu ígjøgnum eftir mótálop og legði Føroyar á odda. Sami maður fann Hákun West av Teigum í nýggjum skjótálopi, og føroyski stjørnuvongurin avgreiddi, áðrenn Óli Mittún skoraði fjórða føroyska málið við einum kanónskoti.
Slovenar mentust kortini so líðandi, og tá Teis Horn Rasmussen fekk útvísing eftir videodóm, vunnu teir hvítu og grønu sær eina tepra leiðslu.
Við Borut Mackovsek á odda vunnu slovenar sær eina tveymálsleiðslu miðskeiðis í hálvleikinum, kanska serliga tí skotneyvleikin hjá føroyingunum sveik eina løtu, men Hákun West av Teigum, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún syrgdu fyri, at Føroyar fylgdu við.
Spælið við sjey ímóti seks riggaði væl eina løtu, men kostaði eisini okkurt mál til Slovenia, og støðan í steðginum var 13-13.
Frálík byrjan - áðrenn uppsteðg
Føroyar fingu eina frálíka byrjan í seinna hálvleiki, tá Tróndur Mikkelsen skeyt teir bláu framum við sínum fyrsta málið, og síðan helt Hákun West av Teigum fram við málskjótingini ímóti Klemen Ferlin, sum eingi ráð visti sæð ímóti frálíka føroyska vonginum.
Men júst sum í fyrra hálvleiki minkaði munurin, slovenar fingu nøkur skjót mál og skjótt vóru teir á odda aftur. Füchse Berlin-vongurin í høgru helt fram at skora upp á alt hesa løtuna, meðan Leivur Mortensen fekk sítt fyrsta mál úr øvugtu síðu, men yvirhøvur høvdu føroyingarnir ilt við at umseta kjansir til mál.
Hetta sást so líðandi á máltalvuni, sum miðskeiðis í seinna hálvleiki stóð á minus fimm. Aleks Vlah og Miha Zarabec skutu slovensku málini, meðan Peter Bredsdorff-Larsen hevði hug at ilskast inn á dómararnir, sum kvitteraðu við gula kortinum til venjaran.
Tað bylgjaði eitt sindur aftur og fram, men uppgávan varð ov stór, og Slovenia vann við trimum, og leygardagin bíðar krútsterka norska liðið.
Mercedes Benz-Arena (EM-endaspælið)
Slovenia - Føroyar, 32-29 (13-13)
Føroysku málskjúttarnir: Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Hákun West av Teigum 9, Teis Horn Rasmussen 3, Vilhelm Poulsen 2, Tróndur Mikkelsen 2, Óli Mittún 2, Leivur Mortensen 1, Rói Berg Hansen 1
Føroysku áskoðararnir vunnu stórt í dystinum uttanfyri vøllin, og hoyrdust væl í stóru høllini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV