- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undirhondin: Ingi Olsen metir um leikaraavrikini ímóti Slovenia
Mercedes Benz-Arena (EM-endaspælið)
Slovenia - Føroyar, 32-29 (13-13)
Føroyar spæla fyri fyrstu ferð nakrantíð í einum endaspæli fyri vaksnamannalið. Hesar dystirnar verður mett um avrikini hjá føroyska liðinum, og tað verður gjørt eftir einum 5-stjørnu skala.
|
Hákun West av Teigum 4
Okkara sera tryggi høgri vongur vísti enn eina ferð, at hann hevur sera, sera høgt stig. Níggju mál í 11 skotroyndum. Sera flott.
Óli Mittún 3
Óli hevði eitt miðal avrik í dag. Var vandamikil í sínum mann til mann spæli, men brennir fýra av seks møguleikum. Óli var sera ágangandi, men fekk ov fáar møguleikar. Óli átti kanska at tikið nakrar av duellunum, sum Elias hevði, men 18 ára gamli unglingin tóktist eitt sindur fjálturstungin á hesum stóra pallinum. Eisini restaði eitt sindur av ferð í nøkrum av gjøgnumbrotunum. Tá ið hann skoraði, kom hann hann við nógvari ferð, og tá er hann bestur.
Elias Ellefsen á Skipagøtu 2
Vit vita væl, at Elias er spælari á sera høgum stigi. Hetta var tó ikki ein av hansara bestu dystum. Hann tóktist ørkymlaður og ov nógv orka fór til spillis, m.a. til at illneitast inn á dómarnar. Hann tók helst ov stóra ábyrgd á seg og átti í størri mun at latið Óla tikið duellirnar, tá ið hann ikki fekk spælið at ganga eftir vild. Mistøkini vóru fleiri og størri enn vant. Men tað telur tó upp, at hann hevur so nógvar góðar fríspælingar, sum ikki minst Hákun fekk gagnnýtt. Men hjá spælara við so høgum toppstigi, var hetta ein minni góður dystur hjá Eliasi.
Vilhelm Poulsen 3
Villhelm er ein klettur í verjupartinum sum bakkur. Ger sera fáar feilir, og tær ferðirnar, hann kemur til at gera brotskast, er tá ið hann kemur øðrum til hjálpar. Mær hevði dámt, at hann var meira ágangandi í álopinum. Hevur lyndi til at himprast, letur ofta heldur aðrar gera arbeiðið fyri seg. Hann vísti, m.a. móti Belgia, at hann er frálíkur duelleikari. Men samanlagt ein sera góður dystur hjá Vilhelm. Í mínum eygum sera tætt við at vera dagsins leikari, tá ið hugt verður eftir ábyrgdini, hann hevur í verjupartinum.
Teis Horn Rasmussen 3
Teis er vorðin ein sera týðandi spælari á landsliðnum. Um tað ikki var fyri tvær óhepnar útvísingar, so var hann heilt víst á fýra stjørnum, men eg gevi honum tríggjar. Hann er saman við Peturi Krogh okkara besta boð uppá eina miðverju. Var eisini tryggur sum skjútti, tá ið hann fekk møguleikan. Hann skorar 3/3. Søguligur málskjútti bleiv hann eisini við at skjóta okkara fyrsta mál nakrantíð í einum endaspæli.
Peter Krogh 3
Sum nevnt omanfyri, okkara besti miðverji saman við Teis. Hann sat nokk so nógv uttanfyri í dag. Hevði eins og nógvir av hinum miðverjunum trupulleikar við Zarabec, sum oyðilegði okkum spælið í seinna hálvleiki. Men sum heild eitt fínt avrik.
Pauli Jacobsen 2,5
Pauli fær næstan tríggjar stjørnur í dag. Kemur væl frá byrjan við goðum bjargingum. Men seinni hálvleikur telur nakað niður, tí tá var eitt skifti langt millum bjargingarnar.
Rói Berg Hansen 2
Rói fær tvær stjørnur fyri sítt avrik. Har var ikki so nógv at arbeiða við, og annar av tveimum møguleikum, sum hann fær, er ein ov vánaligur møguleiki. Skorar sera væl upp á hin møguleikan.
Tróndur Mikkelsen 3
Tróndur spælir seg meira og meira inn á liðið við sínum ágangandi álopsspæli og góðu skotum. Verjuparturin er eisini væl frágingin. Tvær skotroyndir og tvey mál fær ikki verið betri úrtøka. Vit áttu tí kanska at brúkt hann meira, serliga á einum degi, tá ið aðrir ikki høvdu besta neyvleikan í skotroyndunum.
Leivur Mortensen 2
Leivur fær heldur ikki nógv at arbeiða við í dag. Fær tríggjar møguleikar, men misnýtir tveir av teimum. Í verjuni skuldi hann møguliga havt hjálpt til í onkrum føri, men sum heild ein róligur dagur hjá báðum vongunum.
Helgi H. Hoydal 2
Helgi fær eina heldur trupla uppgávu, tá ið hann kemur á vøllin, tí Teis verður settr á beinkin eftir tvær útvísingar, samstundis sum Petur fær ein steðg. Samanspælið millum Helga og Pætur riggar ikki heilt í dag. Hann fær tí bert 2 stjørnur, eisini tí hann brennir upplagdan málmøguleika - hin einasta í dystinum.
Nicholas Satchwell 2
Ikki ein dystur, sum Nicholas fer at minnast afturá við gleði. Bjargingarprosentið var 14%. Tað merkir, at har var ein bjarging, men tíverri støkk bólturin út til mótleikara, sum skoraði.
Kjartan Johansen
Kom ikki á vøllin.
Ísak Vedelsbøl
Spældi ov lítið til at fáa karakter.
Pætur Mikkjalsson
Spældi ov lítið til at fáa karakter
Jónas G. Djurhuus
Kom ikki á vøllin
Peter Bredsdorff-Larsen, venjari, 3
Fyrri partur av dystinum var væl disponeraður og fleiri týðandi leikarar blivu spardir. Serliga í verjupartinum. Men tað telur niður, at hann ikki letur Elias fáa hvíld, tá ið honum tørvar tað. Vit hava annan skikkaðan leikara (Jónas Djurhuus), sum kundi tikið yvir – um ikki annað í nøkur álop.