Jóhan fylgir føroyingunum

bannari
Jóhan fylgir føroyingunum
Føroyingurin á danska hondbóltslandsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, heldur eyga við, hvussu tað gongur hjá Føroyum við EM
Jóhan á Plógv Hansen fylgir við Føroyum undir EM
Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix  
 
13.01.2024 - 16:00

Jóhan á Plógv Hansen heldur eyga við, hvussu tað gongur hjá føroyska landsliðnum í EM-endaspælinum.

Føroyingurin á danska hondbóltslandsliðnum fylgdi við, tá Føroyar taptu við trimum fyri Slovenia í sínum fyrsta EM-dysti yvirhøvur, eftir at sensatiónin hótti tíðliga í seinna hálvleiki, tá føroyingarnir vóru frammanfyri við tveimum.

 - Tað var spell, at tað ikki helt. Tað hevði verið stuttligt, um teir høvdu fingið eitt stig, segði Jóhan á Plógv Hansen við TV 2 Sport.

 - Eg kenni fleiri av føroysku spælarunum og venjaran, so tað er ótrúliga stuttligt at síggja, hvussu eitt so lítið land kann gera seg galdandi á EM-pallinum.

Jóhan á Plógv Hansen hevur vunnið trý HM-gull síðan 2013, tá hann fór at spæla við danska landsliðnum.

Føroyar spæla ímóti Norra leygarkvøldið og Póllandi mánadagin, og Jóhan á Plógv Hansen, sum spælir við Flensburg-Handewitt í bestu týsku deildini, vónar, at tað fer at ganga væl hjá Føroyum.

 - Eg ivist ikki í, at Føroyar kunnu arga í hesum báðum dystunum, sigur vongurin við TV 2 Sport.

Danmark vann sín fyrsta EM-dyst 23-14 á Kekkia.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083