Elias tryggjaði Føroyum søguligan javnleik ímóti Norra

bannari
Elias tryggjaði Føroyum søguligan javnleik ímóti Norra
Elias Ellefsen á Skipagøtu tryggjaði føroyska hondbóltslandsliðnum søguligan javnleik ímóti Norra, tá hann skoraði við brotskasti í evstu løtu og sendi 5.000 í dreymaland
Føroyskt fólkahav eftir ótrúliga EM-javnleikin ímóti Norra í Berlin
 
13.01.2024 - 22:02

 - Hvat er tað, vit eru vitni til, spurdi Ingi Olsen, og tey mundu vera nógv, sum undraðust eins nógv og hondbóltsviðmerkjarin, tí tað, tey júst høvdu upplivað, var mestsum óveruligt.

Bert sekund frammanundan stóð Elias Ellefsen á Skipagøtu við bóltinum í hondini, til reiðar at skjóta sítt brotskast. Skoraði hann, kundi hann tryggja Føroyum eitt hitt størsta ítróttarúrslitið í søguni - ikki bert í hondbólti, men yvirhøvur.

Fjøruti metrar aftanfyri føroyska hondbóltsflogviti, stóðu 5.000 føroyingar við hjartanum uppi undir gómanum. Ivaðust tey? Kanska - helst, men Elias Ellefsen á Skipagøtu ivaðist ikki. 

Dómarin bríkslaði, og uttan at hótta fyrst skeyt hann bóltin lágt niður í høgra hornið, vendi sær á, og saman við liðfeløgum sínum kundi hann lata seg fevna av stóru, hvítu fjøldini, sum átti sín stóra part í søguliga úrslitinum í Berlin.


Avrik í heimsflokki

Elias, Nicholas, Teis, Hákun, Óli og allir hinir í hvítum góvu hvørjum øðrum og øllum føroyingum eitt avrik í sonnum heimsflokki. Takkling fyri takkling og skot fyri skot fylgdu teir norsku heimsstjørnunum mál fyri mál í Mercedes Benz-Arena í Berlin.

Tíðum fóru norðmenn nøkur mál frammum, men hvørja ferð treiskaðust føroyingarnir og vildu ikki sleppa. Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi, sum ein maður, ið hevði okkurt at prógva. Bert 21 ára gamal stjórnaði hann hvíta álopsspælinum, og afturfyri bakkaðu hinir 15 hann upp við øllum, teir áttu.

Norra var á odda við einum í steðginum, og hóttu aftur við at slíta, men tað vildi Nicholas Satchwell ikki lata sær lynda. Ferð eftir ferð bjargaði hann, og eina løtu helt hann einsamallur maður lív í føroysku vónini. 

Og vónin livdi, líka til hon var líka við at slókna. Norra fór trý mál frammum, nummar 71 varð útvístur og helst vóru tey flestu við at sættast við enn eitt tepurt tap. So skuldi kortini ikki vera.


Vit høvdu Landskrona - nú hava vit eisini Berlin

Tað, sum síðan hendi, átti mestsum ikki at latið seg gjørt. Bert tveir minuttir vóru eftir, og norðmenn høvdu bóltin. Sander Sagosen vildi avgera, seta endaligt punktum, men Pauli Jacosen stórbjargaði knallharða skotinum. Rói Berg Hansen fekk brotskast, Norra útvísing og Elias Ellefsen á Skipagøtu mál við brotskasti.

Norðmenn drálaðu alt teir kundu, og tá Harald Reinkind endiliga skeyt, var Pauli Jacobsen aftur sum ein køttur. Rói Berg Hansen fekk aftur bóltin, og hann skoraði við bert 20 sekundum eftir á klokkuni. Jonas Wille bað um leikbrá, men hvat hann avtalaði við sínar spælarar, er ilt at vita, tí Harald Reinkind hevði ikki meir enn fingið bóltin, tá Kiel-liðfelagin, Elias Ellefsen á Skipagøtu, stjól hann frá honum og varð skræddur niður.

Nú var sannleikans løta, og føroyska hondbóltsstjørnan sveik ikki, hóast trýstið man hava verið øgiligt. Hann skoraði, og sendi hvíta fólkahavið á Mercedes Benz-Arena í satt dreymaland. Tey, eins og spælararnir, kunnu framvegis droyma um víðari EM-luttøku.

Sensatión, ja, helst var hetta tað, men hjá føroysku hondbóltsmonnunum er einki ógjørligt. Vistu vit tað ikki frammanundan, vita vit tað nú. Einaferð tóku vit Landskrona - nú hava vit sanniliga eisini tikið Berlin!


Mercedes Benz-Arena (EM-endaspæl)
Føroyar - Norra, 26-26 (12-13)

Føroysku málskjúttarnir: Elias Ellefsen á Skipagøtu 5, Teis Horn Rasmussen 5, Hákun West av Teigum 4, Rói Berg Hansen 3, Vilhelm Poulsen 3, Óli Mittún 3, Leivur Mortensen 1, Pætur Mikkjalsson 1, Kjartan Johansen 1



 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095