ES leggur friðarætlan fram

ES leggur friðarætlan fram
Í morgin fara uttanríkisráðharrarnir í Evropasamveldinum at viðgera ein friðarleist fyri miðeystur
 
21.01.2024 - 10:49

ES hevur nú gjørt eitt uppskot til friðarætlan millum Ísrael og Palestina. Tað skrivar miðilin Euractiv. 

Uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum skulu hittast í morgin í Brússel til at viðgera kríggið í Gasageiranum og ófriðin í miðeystri. Bæði ísraelski og palestrinski uttanríkisráðharrarnir verða væntandi eisini við í Brússel í morgin.

Friðarætlanin er í 10 stigum og leggur upp til at fáa frið í Gasageiranum og at skipa Palestina sum ein sjálvstøðugan stat, skrivar Euractiv.

Eisini leggur ætlanin upp til, at viðurskiftini millum Ísrael og restina av arabiska heiminum skulu fáast í rætt lag.

Ætlanin viðurkennir tó, at beinleiðis friðartingingar millum Ísrael og Palestina neyvan fara at henda í nærmastu framtíð.

Tí hava palestinar eisini tørv á einum veruligum politiskum alternativi til Hamas, samstundis sum Ísrael má finna politiska viljan til at fara í veruligar samráðingar um eina tvístatsloysn, stendur í ætlanini hjá ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025