Ísland hóttir við at boykotta Grand Prix

Ísland hóttir við at boykotta Grand Prix
10.000 íslendingar hava skrivað undir eina áheitan um, at Ísland skal taka seg úr kappingini, um Ísrael er við
Finalan í evropisku sangkappingini í ár verður í Malmø 11. mai. (Savnsmynd)
 
25.01.2024 - 09:38

Ísland umhugsar at boykotta evropisku songkappingina, Melodi Grand Prix, tí Ísrael er við.

Íslendska kringvarpið, RÚV, sigur, at avgerðin verður tikin leygardagin, tá ið íslendska Melodi Grand Prix'ið er liðugt.

Stjórin í RÚV, Stefan Eiriksson, sigur við svenska kringvarpið SVT, at hvassar atfinningar hava verið um kappingina, tí Ísrael er við, og at fleiri tónleikarar stúra. 

Hann sigur, at 10.000 íslendingar hava skrivað undir eina áheitan um, at Ísland fer úr kappingini um Ísrael er við.

Eisini í Finnlandi er mótstøða, og 1.300 finskir tónleikarar mótmæltu fyrr í hesum mánaðinum móti ísraelskari luttøku.

Finalan í evropisku sangkappingini í ár verður í Malmø 11. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101