Best skikkaði umsøkjarin varð vrakaður

Best skikkaði umsøkjarin varð vrakaður
Tá starvsfólk til sjúkraflutningstænastuna skuldi setast í Klaksvík, vórðu treytirnar fyri setan broyttar undir setanartilgongdini
02.02.2024 - 19:27

Herfyri lýsti Klaksvíkar Sjúkrahús eftir starvsfólki til Sjúkraflutningstænastuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Í lýsingini var greitt tilskilað, hvørjar treytir umsøkjarin skuldi uppfylla. Har stóð millum annað, at "søkt verður útbúnum viðgerðum ella fólki, sum hava hug ella hegni at gerast viðgeri."

Í staðin fyri at leggja dent á útbúgving, so hevur setanarbólkurin valt at kalla fólk inn, sum hava nútímans royndir innan sjúkraflutningstænastu - við øðrum orðum ikki eitt krav um útbúgving, hóast tað stóð í lýsingini.
Og hetta er ikki í lagi, sambært Heilsumálaráðnum. Tað er IKKI í lagi at síggja burtur frá umsøkjara við útbúgving, og tað er heldur ikki í lagi síðan at leggja dent á nútímans royndir, tá tað ikki er nevnt í lýsingini.
At vísa til manglandi skjøl er heldur ikki í lagi, tá útbúgvingarnar verða nevndar og setanarbólkurin bara kann biðja um avrit av prógvunum.
Og tá so vrakaði umsøkjarin eftir niðurstøðuna vendir sær til stjóran á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, er svarið frá henni soljóðandi: 

"Góði XX: Nemliga, nú kom ein niðurstøða. Klaksvíkar Sjúkrahús Heldur seg til niðurstøðuna hjá Heilsumálaráðnum, hana hevur tú eisini fingið avrit av. Vit ynskja tær alt tað besta framyvir. Vinarlig heilsan, Alexandra á Dul."
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650