Tveir mans ikki komnir afturíaftur

Tveir mans ikki komnir afturíaftur
14 mans eru bjargaðir av Kambi, og leitað verður nú eftir teimum, sum eru saknaðir
Kambur fekk so nógva slagsíðu, at manningin noyddist at fara út á skipssíðuna. (Savnsmynd)
 
06.02.2024 - 11:01

Tveir av manningini á Kambi eru ikki komnir afturíaftur, eftir at skipið fekk ein sjógv í morgun 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi.

16 mans vóru við Kambi, og 14 eru bjargaðir.

Tað upplýsir Sjóbjargingarstøðin, MRCC, í tíðindaskrivi.

 

Nógv slagsíða

Kambur sendi út neyðarkall um sjey tíðina í morgun. Skipið hevði fingið nógva slagsíðu, og ætlanin var at fara í bátarnar.

Onnur skip á leiðini settu beinan vegin kós hagar, Kambur var staddur.

Boð vóru eisini send til Brimil, tyrluna og onnur skip á leiðini. Men støðan versnaði so skjótt umborð á Kambi, at áðrenn fyrstu eindirnar komu á staðið, hevði Kambur lagt seg so nógv á liðina, at manningin stóð á skipssíðuni, sigur MRCC.

 

Tyrlan bjargað 14 monnum

Tyrlan fekk tikið 13 menn av skipssíðuni og flutti teir til Suðuroyar Sjúkrahús og fór so útaftur til neyðstadda skipið. Ein maður aftrat bleiv tikin av skipinum og fluttur til lands.

Manningin taldi 16 í alt, og tveir mans eru ikki komnir afturíaftur. 

Leitað verður nú eftir teimum, sum eru saknaðir, og Brimil samskipar leitingina.

Umstøðurnar eru vánaligar á staðnum, sigur MRCC.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595