Sjúkrahússtjóri: Menninir vildu sleppa heim til síni kæru

Sjúkrahússtjóri: Menninir vildu sleppa heim til síni kæru
Trettan av teimum fjúrtan monnunum, ið vóru bjargaðir av Kambi, eru útskrivaðir og farnir heim til síni kæru, sigur Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi
06.02.2024 - 21:34

Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi, staðfestir, at menninir, ið vóru bjargaðir av Kambi, høvdu tað kropsliga gott. Men hann ásannar, at allir vóru djúpt skelkaðir av ógvusliga tilburðinum. 

Hóast allir menninir fingu boðið at blíva verandi á Suðuroyar sjúkrahúsi, so valdu trettan av teimum fjúrtan at fara heim til síni kæru. Tað vildu teir, staðfestir sjúkrahússtjórin. 

Tann fjúrtandi maðurin er enn innlagdur til eygleiðingar. Hann kom so illa fyri, at hann noyddist at neyðhalda sær í tríggjar tímar á skipsíðuni á Kambi í vanligum klæðum, áðrenn tað eydnaðist at bjarga honum. Stutt eftir sakk Kambur. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655