Eldgosið í Íslandi er viknað

Eldgosið í Íslandi er viknað
Tey, sum búgva á Suðurnesinum, hava lítið ella einki heitt vatn, tí leiðingin er farin
Eldgosið í Íslandi er viknað.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.02.2024 - 08:38

Eldgosið í Íslandi, sum byrjaði í gjáramorgunin, fór longu at vikna seinnapartin í gjár.

Tað helt fram at vikna í nátt.

Leiðingin til heitt vatn til nøkur pláss hevur fingið skaða. Og tey, sum búgva á Suðurnesinum, hava tí lítið ella einki heitt vatn.

 

Kalt innandura

Nýggj leiðing til heitt vatn kemur í fyrsta lagi í annaðkvøld.

Tí verður kalt innandura til í morgin ella sunnudagin hjá teimum, sum búgva har á leiðini.

Í tveimum bygdum er eingin skúlagongd í dag.

Í gjár fór vegurin til Grindavíkar undir grótbræðingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025