Labour vann tvey eykaval í Bretlandi

Labour vann tvey eykaval í Bretlandi
Ósigurin hjá konservativa stjórnarflokkinum er søguligur, tí eingin stjórn hevur síðani sekstiárini hava fleiri ósigrar á eykavalum enn sitandi stjórn
Damien Egan í Labourflokkinum vann eykavalið í Kingswood í útsynningspartinum av Bretlandi. 
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.02.2024 - 10:25

Rishi Sunak og konservativi flokkur hansara taptu tvey eykaval í Bretlandi í gjár. 

Bæði í Kingswood og Wellingborough vann valevnið hjá Labour.

Damien Egan í Labourflokkinum vann í Kingswood í útsynningspartinum av Bretlandi. 

Í sigurtalu síni nýtti hann høvið at harta stjórnarflokkin hjá Sunak:

- Í 14 ár við konservativari stjórn er vónin sogin úr okkara landi. Tað er kenslan av, at sama hvussu hart tú arbeiðir, so kemur tú barasta ikki frameftir, og við raktíðini hjá Sunak, eru vit aftur í støðuni, at vit rinda meira og fáa minni, segði Egan.

Tað gjørdist greitt í hesi vikuni, at Bretland fór at hava búskaparliga afturgongd seint í 2023.

Ósigurin er mest sum søguligur, tí eingin stjórn hevur síðani í 1960'unum havt fleiri ósigrar á eykavalinum enn núverandi stjórn.

Væntandi verður val í Stóra Bretlandi í ár, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025