Finnlendingar skulu læra at skjóta

Finnlendingar skulu læra at skjóta
Síðani russisku innrásina hava alsamt fleiri finnlendingar søkt um vápnaloyvi, og tilboð um vápnaskeið eru meira enn tvífaldað
Í Finnlandi er ætlanin at lata upp fleiri enn 300 skjótibreytir. (Savnsmynd: DR)
 
19.02.2024 - 14:29

Í Finnlandi er ætlanin at lata upp fleiri enn 300 skjótibreytir. Tað skal gerast fyri at fáa fleiri finnlendingar at læra seg at skjóta.

Finnland gjørdist limur í NATO í fjør. Landamarkið millum Finnland og Russland er heili 1330 kilometrar.

- Tað er ein stórur fyrimunur fyri okkara verju, at fólk sjálvi læra seg at skjóta, sigur Jukka Kopra, formaður í verjunevndini hjá finska tjóðartinginum. 

Finnland hevur eina drúgva siðvenju við skjótibreytum. Um aldarskiftið vóru umleið 2.000 skjótibreytir í Finnlandi, nú eru bara 670 eftir.

Men síðani russisku innrásina hava alsamt fleiri finnlendingar søkt um vápnaloyvi, og tilboðini um vápnaskeið av ymsum slag eru tvífaldað, skrivar blaðið The Guardian.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723