Fiskivinnuting á Torradøgum

Fiskivinnuting á Torradøgum
Í kvøld klokkan 19 verður árliga fiskivinnutingið á Torradøgum í Klaksvík, hesaferð í nýggja Varpinum. Tiltakið er alment, men verður eisini sent í útvarpinum
 
21.02.2024 - 17:01

Fiskivinnutingið á Torradøgum í Klaksvík verður hildið í nýggja og stásiliga Varpinum og byrjar klokkan 19.

Trý høvuðsevni eru á fiskivinnutinginum hesaferð:
 

  • Virðisøking í fiskivinnuni. Janet Fríða Johannesen, matvørufrøðingur, Hanus Hansen, reiðari og Johannes Martin Olsen, nevndarformaður í Sjógæti, fara at kjakast um virðisøking í fiskivinnuni.

     
  • Røkt av botfiskastovunum. Osmund Justinussen, reiðari, og Helga Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur, fara at kjakast um, hvussu vit á bestan hátt røkja botnfiskastovnarnar, serliga toskastovnin.
     
  • Støðan hjá botnfiskaflotanum. Triðja evni er verandi støða hjá botnfiskaflotanum eftir nýggjastu skerjingarnar í fiskidøgum og veiðimøguleikum. Við pallborðið til hendan partin eru Bjarni í Skálum, formaður í Felagnum Trolbátar, Andru Poulsen, sum rekur útróðrarbátin Stakkavík, Hanus Hansen, sum eigur og rekur fleiri trolarar í bólki-2 og Eydna í Homrum, leiðari á Tilfeingisdeildini á Havstovuni.
     

Kvøldið endar við politiskum kjaki, har Dennis Holm, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, og umboð fyri hinar fimm flokkarnar eru við.Tiltakið er alment og verður eisini sent beinleiðis í útvarpinum.

Elin Winther Poulsen og Jón Brian Hvidtfeldt eru vertir. 

 

Hvat: Fiskivinnuting
Hvar: Varpið, Klaksvík, og í útvarpinum
Nær: Í kvøld, mikukvøld, kl. 19

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762