PET gevst eisini at kanna spreingingar á NordStream-leiðingum

PET gevst eisini at kanna spreingingar á NordStream-leiðingum
Danska fregnartænastan sigur, at ikki ber til at staðfesta, at talan ikki var um tilætlaða sabotasju av gassleiðingunum
Bæði Svøríki og Danmark eru givin at kanna, hví spreingingar vóru á NordStream-gassleiðingunum. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
26.02.2024 - 12:00

Løgreglan í Keypmannahavn og danska fregnartænastan, PET, gevast at kanna spreingingarnar á gassleiðingunum Nord Stream 1 og 2.

Tað boðar politiið frá í tíðindskrivi.

Í tíðindaskrivinum siga politiið og PET, at ikki ber til at staðfesta, at talan ikki var um tilætlaða sabotasju av gassleiðingunum. Men metingin er samstundis, at tað ikki er grundarlag fyri at byrja eitt revsimál í Danmark.

Fyrr í mánaðinum boðaði svenska løgreglan eisini frá, at tey vóru givin við sínum kanningararbeiði.

Løgreglan í Keypmannahavn og danska fregnartænastan vilja ikki gera samrøðu við miðlar, nú tey gevast at kanna spreingingarnar á gassleiðingnarar í Eystursjónum í septembur 2022.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025