Ávirkanin frá alingini á fiskastovnarnar verður nú kannað

Ávirkanin frá alingini á fiskastovnarnar verður nú kannað
Vinnumálaráðið, Fiskimálaráðið, Havstovan og Firum hava tikið stig til eina verkætlan, sum skal greina neyvari, um samband er millum alivirksemið og fiskastovnarnar
Nú verður kannað, um aling ávirkar annan fisk.
 
05.03.2024 - 05:48

Nú verður kannað, um alingin í Føroyum ávirkar fiskastovnarnar.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Fiski- og Samferðslumálaráðið, Havstovan og Firum hava tikið stig til eina verkætlan, sum vónandi kann greina neyvari, um samband er millum alivirksemið og fiskastovnarnar undir Føroyum.

Tað segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, tá hann setti aliráðstevnuna fríggjadagin.

Hann segði, at tað er av allarstørsta týdningi at fáa eina greiðari mynd av, hvørja ávirkan alivinnan hevur á vistskipanina, á onnur fiskasløg og umhvørvið kring okkum.

- Tað er tí mín greiða ætlan, at gransking, skjalfesting og vitan á hesum økjum fara at fáa munandi hægri raðfesting, segði landsstýrismaðurin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928