Grønlendskar kvinnur stevna danska statin

Grønlendskar kvinnur stevna danska statin
Danski staturin er lagdur undir at bróta mannarættindini, tá fleiri kvinnur fingu snyril ísettan móti teirra vilja
05.03.2024 - 19:52

143 grønlendskar kvinnur hava stevnt danska statinum eftir 43 milliónum krónum fyri brot á mannarættindi. Tað er fyri, at danskir myndugleikar syrgdu fyri at seta snyril í 4.500 grønlendskar móti teirra vilja. Hetta var helvtin av øllum grønlendskum kvinnum í byurðardyggum aldri tá.

Donsku og grønlendsku myndugleikarnir samdust í 2022 um at seta eina kanning í verk, sum skuldi lýsa málið út í æsir. Kanningin skuldi umfata tíðarskeiðið frá 1960 til 1991, tá grønlendingar yvirtóku heilsuverkið.

Kvinnurnar gjørdu vart við seg í oktober mánaði í fjør, uttan at tann danska stjórinin lat við seg koma. Og sambært sakføraranum hjá grønlendsku kvinnunum er hetta eitt ómetaliga stórt og umfatandi mál.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262