Tjóðsavnið má raðfestast, so tað kann taka ímóti savnsdýrgripum úr útlondum

Tjóðsavnið má raðfestast, so tað kann taka ímóti savnsdýrgripum úr útlondum
Altjóða krøv til goymslu av savnslutum gerast alsamt hægri, og Tjóðsavnið má fylgja við, sigur Herleif Hammer, stjóri
Krússið hjá Mariu Rønning, ið var prestafrúa á Nesi, er bert ein av mongu savnsgripunum, ið liggja á Tjóðsavninum
Mynd: Gestur Lómstein  
 
05.03.2024 - 23:30

Troyggjan og brøvini frá skipinum Onnu Mariu, sum varð hertikin av bretum í 1807, og sum nú eru komin undan kavi á Tjóðskjalasavninum í London, eru bara nakrir av føroyskum savnsgripum, ið liggja á søvnum í londunum kring okkum. 

Men goymslu umstøðurnar hjá Tjóðsavninum eru so vánaligar, at tær lúka ikki altjóða krøv til goymslu av savnslutum. Tí ber ikki til at bjóða seg fram at taka ímóti hýsa hesum savnslutum, staðfestir Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum. 

"Annaðhvørt mugu tær umstøður, ið vit hava, umvælast og dagførast, ella má okkurt nýtt byggjast."


Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum

 

Krævini hækka

Altjóða krøvini til goymslur av savnslutum gerast alsamt hægri, og Tjóðsavnið má fylgja við. Tað sigur Herleif Hammer, stjóri nú fokus hevur verið á lutir og skjøl úr Føroyum, sum liggja í London. 

"Sjálvandi kundu vit hugsað okkum at fingið meira modernaðar umstøður at hýsa okkara savnsgripum í," sigur stjórin. 

"Vit vóna, at politiska skipanin fer at ráðfesta goymsluumstøðurnar hjá Tjóðsavnið, soleiðis at okkara mentanararvur liggur tryggur."

Troyggjan var ein gáva, sum fór av Havnini sum postur við skipinum, Onnu Mariu. Anna Maria stevni í 1807 til Keypmannahavnar við posti og vørum. Skipið rendi seg beint í bretsk herskip, ið vóru áveg at bumba Keypmannahavn.

Bretar tóku Onnu Mariu, og tað mesta av vørununi bleiv seld í Bretlandi. Men nú er ein partur funnin á Tjóðskjalasavninum í London. 

Tjodskjalasavnid_ma_radfestast

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128