- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stríð um list í Sandoyartunlinum
Listarverkini í Sandoyartunlinum órógva ferðsluna somikið, at tey eru vandamikil fyri trygdina hjá bilførarum. Tað heldur Landsverk, sum tí álegði Tunnilsfelagnum at taka tey burtur beinanvegin. 22. desember í fjør, dagin eftir at Sandoyartunnilin varð tikin í nýtslu, skrivar Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki, soleiðis til P/F Eystur- & Sandoyartunlar:
"Landsverk skal tí boða frá, at álagt verður Tunnilsfelagnum, uttan drál at listaverkini ikki vera víst í tunlinum."
Landsverk grundgevur millum annað soleiðis í boðunum til tunnilsfelagið:
"Listaverkini eru sett upp inni í nitsjunum, og ganga gjøgnum allan tunnilin. Verkini siga eina søgu, har lagt verður upp til, at fólk skulu taka eyguni burtur frá vegnum og heldur hyggja til síðis, meðan tey koyra; burtur frá har neyðugt er at hyggja, fyri at koyra trygt. Gáloysni er ein av høvuðsorsøkunum til ferðsluóhapp, har fólk flyta fokus frá vegnum. Mett verður tí, at tað, sum Tunnilsfelagið hevur gjørt, er sera vandamikið fyri trygdina hjá bilførarum, sum koyra í tunlinum, og harvið eisini fyri trygdina í tunlinum, sum í síðsta enda eisini kann ávirka trygdargóðkenningina, sum felagið hevur at hava tunnilin opnan."
Men tunnilsfelagið heldur ikki, at listaverkini eru til bága fyri ferðsluna. Tvørturímóti vilja tey virka bøtandi uppá ferðslutrygdina, sigur felagið og vísir á hesar grundgevingar:
- Sandoyartunnilin, sum ikki fer at hava nógva ferðslu, er ein sera langur undirsjóvartunnil. Ein vandi við slíkum tunlum, er sum kunnugt, at fólk missa uppmerksemi, av tí at tað er monotont at koyra so langt í sama umhvørvið. Tí er eitt av endamálunum við listini í Sandoyartunlinum, at bróta monotoniina, hetta fyri at betra um ferðslutrygdina.
- Listaverkini eru háttað soleiðis, at ein tekur ikki feil av, um at talan er um skeltir ella list.
- Tað er ansa sera væl eftir, at ljósini ikki blenda mótkoyrandi ferðslu.
- Við vilja, verða listaverkini ikki víst á sjálvari vegbreytini, ella har skeltir eru.
- Forboð er at steðga í tunlinum. Tí kann bót gevast, um tað vísur seg, at bilar steðga, hóast hetta ikki er loyvt. Felagið hevur eisini tilvita latið originalmyndirnar til Listasavnið á Sandi, so møguleiki er at síggja myndirnar har.
- Vísast kann annars til svenska tunnilin Norra Länken, sum hevur umfatandi listprýðing, har myndir verða vístar fyri at økja um trygdina. Sviar eru eisini kendir fyri at vísa ansni fyri trygd.
Innlit hjá Kringvarpinum vísir eisini, at stríð er millum tunnilsfelagið og Landsverk um, hvør er vegamyndugleikin í tunlinum. Tunnilsfelagið skrivar millum annað soleiðis til Landsverk:
"Fyrst skal viðmerkjast, at Sandoyartunnilin ikki er partur av landsveganetinum. Listaverkini, sum eru uppsett í tunlinum, skulu tí ikki góðkennast av Landsverk."
Listarverkini í Sandoyartunlinum síggjast enn. Væntandi endar málið í Landsferðslu-nevndini, har Landsverk, fútin, Akstovan og Ráðið fyri Ferðslutrygd eru umboðað.